Hey tú við reyðum prikkum og hey anonymi!
Vit hava móttikið tvey brøv við júst sama innihaldi, men við tveimum dulnevnum. Vit hava valt at senda tykkum báðum sama svar. Ja, reyðir prikkar á penishøvdinum kunnu vera tekin um kynssjúku, men tað kann eisini vera annað. Er nakað serligt hent upptil , at prikkarnir komu? -Hevur tú haft kynsliga samveru, kann tað vera irritatión ella bruni. -Hevur tú verið ov heitur og klæðini sita ov tætt at kroppinum kann tað vera hitaprikkar. -Hevur tú onaneraðfleygað tær nógv, kann tað eisini vera irritation. Endiliga kann tað vera ovurviðkvæmi móti t.d. parfumu í sápu. Tú eigur eisini at leggja til merkis, um tað fleyt væta frá urinrørinum, um sviði er, tá tú pissar, og um skriði er. Hesi trý kunnu vera tekin um kynssjúku. Um tú ikki hevur havt sex og einki sæst nú, kanst tu vita, hvussu gongst og bert fara til lækna, um tað kemur aftur. Um tú hevur havt sex, er best at fara til læknan og verða kannaður. . Um tú vilt fara einsamallur til læknan, er tað í lagi. Kynssjúka er vanliga ikki vandamikil, men kann ávirka møguleikan at fáa børn seinni, og so smittar hon illa við kynsligari samveru, og tí er umráðandi at fáa viðgerð, um so er. Eitt seinasta: Um tú hevði sex, mást tú ikki vera saman við nøkrum aftur , fyrr enn tú veitst, um tú ert frískur.
Heilsan
Tú & Eg Ráðgevingin