Góða genta, ið hevur skrivað brævið Ring lív!
Fyrst skal eg vísa á, at vit ikki fáa lagt tíni brøv út, tí tey eru ov avdúkandi, tí tú nevnir ymisk fólk við navni, og fyri at verja bæði teg og tey, leggja vit bert svarið út.
Eg eri sera hørm um, at tú so ung, sum tú ert, skalt uppliva mest av lívsins negativu síðum longu, tí her eru sanniliga nógvar positivar síðir, men tíverri eru tað so mong børn og ung, ið ikki síggja tær fyri øllum tí negativa. Tað, ið vit nú skulu gera, er at fara og royna av øllum alvi at finna lívsins sólsíðu, og halda fast í henni. Veit- tað er ikki lætt, men hvat við at royna? Ert tú klár?
– Tey positivu tingini eg lesi út frá tínum brøvum:
Tú ert so heppin bara at vera 14 ár nú. Lívið liggur frammanfyri tær. Tú hevur teldu og eg síggi, at tú dugir væl at skriva. Tú kanst leita eftir øllum møguligum positivum á netinum, t.d útbúgvingarmøguleikum, ella at fara á háskúla við tónleikabreyt ella øðrum skapandi. Tú hevur foreldur, sum hava stuðlað tær at ganga í musikkskúla- har tú hevur gingið í 3 ár. Tú eigur ella lænir 1 ella 2 ljóðføri. Tú ert við til konsertir. Tað sigir mær, at tú dugir at spæla. Tað at duga at spæla eitthvørt ljóðføri er ótrúliga gott og stuttligt. Tá kanst tú undirhalda nógvum øðrum ungum sum eldri menniskjum. Tónleikur er framúr gott til at samla fólk saman. Um ikki tíni foreldur hava orku ella stundir at koma við til tínar konsertir, kann vera tí tey ikki hava tær tónleikarligu gávurnar tú hevur, ella tey ikki vita hvussu týdningarmikið tað er fyri teg , at tey koma við til konsertirnar.- Tey skilja kanska ikki, at tú gerst glað av um tey koma við. Kanska hevur tú gloymt at sagt teimum -bara hugsað, hví tú so gjarna vilt hava tey við.
Tú hevur vinkonurvinir onkrarir mugu vera góðir. Tú ert sloppin frá at koma saman við hasum dreingjunum, har tú sigir teg vera komnan yvir tann fyrra. Tú hevur lært okkurt um hasar vinkonurnar, at tú skalt ikki siga teimum ov nógv, og tað at halda eitt loyndarmál. Tað fert tú at verða betur til . Ein lærir av sínum feilum. Tú skrivar um okkurt býtt, sum tú hevur gjørt og fortalt einari vinkonu. Tað eigur ein at kunna gera. Tú hevði álit á hasari vinkonuni. Tað positiva har er, at um ein ikki ger nakað galið, so ger ein ov lítið, og so ger ein ikki tann sama feilin aftur. Ein av vinkonunum hevur biðið orsaka, og tú hevur sagt ok. So hon hevur virðing fyri tær, og tí biður hon um fyrigeving um og umaftur. Tey negativu tingini eru: At tú hevur hasa kensluna, at øll hata teg. Sjálvandi gera øll ikki tað. Tey, ið gera og siga ting um teg og slatra. Tað sigur bara nakað um tey. Tú kanst vera vís í, at tann ið slatrar hevur tað ikki gott innaní sær sjálvum, og onnur tora ikki at siga nakað fyri einum aftur, ið slatrar.
Tú skrivar, at tú heldur, at tú verður so illa happað. Tú ert ikki viss í tí altso, men um so er, er tað sera negativt, og má steðgast við at siga foreldrum, lærara tú hevur álit á ella skúlaheilsufrøðinginum frá.
At skera í seg sjálvan er sera sera keðiligt og negativt, og kann blíva ein óvani t.v.s ein kann gerast bundin av tí. Tú skrivaði í tí fyrra brævinum, at tú vart givin, men í tí seinna skilji eg tað sum um tú ert byrja aftur, samtíðis skr tú at tað sárar teg. Tú sigur eisini, at tú tímir ikki til sálarfrøðing, men skalt.- Tað sigur mær, at foreldur tíni ella skúlasjúkrasystirin hava ávíst tær til ein. Eg ráði tær eisini at fara til ein sálarfrøðing ella annan viðgera og eisini tosa við skúlaheilsufrøðingin, um tú ikki hevur gjørt tað.
Annars kann eg fortelja tær, um tú ikki veitst tað, at tá ið man er í 7. flokki er man tannáringur, og tá hendir so nógv nýtt í heilanum og kroppinum, soleiðis, at man hevur trupult við at hugsavna seg í skúlanum og hvar man so er. Man er mitt ímillum at vera barn og vaksin. Í hesi tíðini tá ein er tannáringur, tá fær man mangar undarligar og mangan óskiljandi tankar og kenslur. Tá er týdningarmikið at tosa við onkran, ið man hevur álit á. Á heimasíðuni hjá barnabati.fo kanst tú lesa um tannárini og um tú googlar tannáringar sært tú, at Heilsustýrið hevur givið ein bókling út, sum eitur teenageguide. Tað kunnu bæði tú og foreldur tíni lesa. Tað er givið út, tí so nógv ung hava hesar trupulleikar tú nevnir.
Nú bleiv hetta svar so langt, men tú hevði so nógvar spurningar. Eg vóni , at tú fært tað betur. Tú ert vælkomin at kjatta ella ringja til okkara, so kunnu vit fáa eitt prát.
Ansa nú eftir tær!
Tú & Eg Ráðgevingin