Search
Close this search box.
Hey! Takk fyri ein góðan brævkassa. Eg eri ein genta sum havi brúk fyri hjálp. Alt var ordiliga perfekt fyrr, men eg føli at alt byrjar at blíva eitt Hxxxxxx nú. Eg havi nógvar vinir, men tað hjálpir ikki so nógv at tosa við teir. Alt byrjaði tá eg kom saman við einum drongi, vit vóru saman í 9 mánaðar, vit svóvu ofta saman osv. Allir mínir vinir vóru ordiliga góðir við meg. Men so tá tað  bleiv liðugt í millum meg og x-sjeikin hjá mær, føldi eg at næstan ongin tímir at fylgjast við mær meira .. hvat skal eg gera? Nú er tað bara 2 gentur sum eg fylgist við? Fyrr fylgdist eg næstan bara við dreingjum. Eg hevði sjálvt ein allar besta dreingjavin, men hann tímir ikki at vera besti vinur við meg meira. Hví? Eg havi einki gjørt. Hopi tit svara skjótt :’)

Hey, tú sum hevur tað ringt!
Takk fyri brævið.
Eg skilji væl, at tú heldur alt vera løgið og keðiligt, tá so nógv er broytt í tínum lívi. Men eg rokni ikki við, at hesar broytingarnar eru, tí at tú hevur gjørt nakað galið, ella tí tú ikki ert góð nokk!
Í tínum aldri hendir so nógv… tað er so nógv sum broytist í lívinum, bæði hjá tær og tínum vinum. Tað er als ikki óvanligt at skifta vinir í hasum aldrinum. Nú hevur tú havt ein sjeik í 9 mánaðar, sum tú ivaleyst hevur brúkt nógva tíð uppá, og 9 mánaðir er long tíð. Nú, tá tú ikki hevur hann longur, so hevur tú knappliga meiri tíð til tínar gomlu vinir, sum tú kanska ikki hevur havt so nógva tíð til, tá tú hevði sjeikin. Men vinirnir hava kanska funnið sær onnur at vera saman við, tá tú vart upptikin av sjeikinum. Tað er ein nokkso vanligur trupulleiki, at tá ein úr vinahópinum verður forlovaður, tá kunnu hini føla seg forsømd, tí hannhon ikki hevur so nógva tíð til tey longur.
Viðvíkjandi tínum dreingjavini, so kann eisini væl vera, at hann ikki følir, at tað riggar so væl at vera vinur við eina gentu longur. Tí at so nógv broytist í tykkara aldri, so kann tað vera, at hann hevur meira hug til at tosa “dreingjaprát” saman við dreingjavinum nú. Men tað kann sjálvandi eisini vera, at tað er okkurt annað sum nívir hann. Tað burdi tú kanska spurt hann um á ein penan hátt.
Eg haldi ikki at tú skalt føla tað sum at alt er vónleyst, hóast lívið er eitt sindur strævið beint nú! Ístaðin kanst tú royna at vita, um tað eru onnur spennandi fólk rundan um teg sum tú kanst blíva vinir við, um so er, at tvær vinkonur ikki eru nokk. Kanska finnur tú saman við teimum gomlu vinunum aftur? Broytingar eru altíð ringar meðan tær standa uppá, men oftast verður lívið meira spennandi aftaná.
So kann tað eisini vera gott at tosa við onkran eldri, sum hevur verið í gjøgnum handan aldurin og tey tingini, sum tú upplivir nú. Til dømis mamma tín, ein eldri systir ella onkur sum tú kanst tosa við.

Góða eydnu!
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…