Hey góða, ið hevur rød alarm og vilt hava hjálp nú!
Takk fyri væl frágreidda brævið. Vóni at kunna geva tær mót uppá at tora, og at biðja um hjálp.Trupul barnaár og happing kunnu vera orsøk til, at tú nú eftir nógv ár, hevur fingið nóg mikið, og tí ert farin at hava løgnar ella illar tankar. Tá ið ein, sum tú, upplivir ágang sum happing og onnur keðilig ting í barnaárunum, er tað ofta so, at ein má sleppa av við alt tað, sum hevur sárað ein. Ringar upplivingar gerast ofta lættari et bera, um ein deilir tær við onkran, ið ein kennir seg tryggan við, – tað er akkurát sum um, at tá eru tvey at bera uppá tað ringa ein hevur upplivað. Tínir tankar eru, sum tú sigur, blivnir illir, og eru óivað ikki serliga hugnaligir at ganga við. Men tú sigur, at tú ikki torir at biðja um hjálp. Skilji væl, at tað kann vera ringt at biðja um hjálp og kanska eitt sindur løgið at fortelja onkrum heilt øðrum, hvussu tú hevur tað og hvat tú hevur upplivað og hvat tú gongur og hugsar. Tú skrivar einki um, at tú hevur tosað við nakran um tínar upplivingar, men eg kann ímynda mær, tá ið tú sigur, at tú er mega asosial, so hevur tú allarhelst ikki lætt við at tosa við nakran um sovorðið, men eg veit ikki, um tað er so? Við hesum brævinum hevur tú tikið fyrsta stigið at fáa hjálp. Tað er gott, at tú tekur hond um teg sjálva, og nú vóni eg, tú fært mót og torir at finna onkran, sum kann lurta eftir tær og kann hjálpa tær. Ein møguleiki at fáa hjálp, kundi verið at biðið um hjálp frá onkrum, sum tú kenn ir teg trygga við, kanska ein í familjuni, grannalagnum,… tín lækni ella onkur heilt annar, sum tú kann ímynda tær, hevði verið góður at tosað við. Tú ert eisini meira enn vælkomin at ringja til okkum.
Tú & Eg Ráðgevingin