Search
Close this search box.
Nú orki eg ikki meir. Havi hug at gera sjálvmorð men eg havi onga grund. Haldi eri deprimera, veit ikki hví ella naka… havi ongan at snakka við um hettar?!

Góða tú, ið ikki orkar meira!
Tað er gott, at tú vendir tær til okkara, tá ikki følir, at tú hevur nakran at tosa við um tínar tankar. Tað má vera tungt hjá tær at hava so tungar tankar, uttan at vita hví, og tað, ið tú sigur um, at tú sum so ikki hevur nakrar trupulleika annars, ið geva tær ringar tankar, kann gera tað serliga ringt at skilja hjá tær og øðrum við.

Tað eru fólk rundan um teg, sum kunnu hjálpa tær. Tað er ikki vist, at tey vita, hvussu ringt tú hevur tað, men um tey vita tað, hava tey skyldu at hjálpa tær. Tað eru fyrst og fremst tíni foreldur, ið hava ábyrgd av, at tú hevur tað gott. Men um tú ikki heldur, at tey kunnu hjálpa tær, kanst tú siga tað fyri einum vaksnum, ið tekur teg í álvara, t.d. ein lærari ella heilsufrøðingurin í skúlanum.Tað ber eisini til hjá tær at tosa við tín lækna, og siga við hann, at tú ivast í, um tú ert deprimerað. Hann kann hjálpa tær at finna út av tí. Tú ert vælkomin at skriva meira til okkum. Vit vilja fegin hjálpa tær at fáa tað betri.

Bestu heilsur
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…