Góða genta
Tú hevur sanniliga stórar trupulleikar. Tað er vandamikið bæði at drekka og roykja tá ein bert er 12 ár, kroppurin hjá tær er enn i vøkstri og búnast, tá er tað enn meira skaðiligt enn seinni i lívinum. Tú stjelur, tað er kriminelt.
Alt hettar gert tú einsamøll, tí tú følir teg hataða, einsamalla. Her kanst tú gera nakað, sit ikki einsamøll um kvøldarnar, far til dømis til eitt barnaungdómshús og ger nakað har saman við øðrum, ger ítrótt um kvøldarnar, um tú ert heima so les eina spennandi bók. Ivaleyst hevur tú eisini onkra góða vinkonu, sum tú kundi gingið túr saman við.
Um tú ikki klárar at broyta tínar ringu vanar, má tú fáa hjálp. Tú eigur jú at tosa við tíni foreldur, ella ein annan vaksnan, tú hevur álit á.
Um tú hevur gott samband við flokslæraran ella heilsusystrina er tað eisini ein møguleiki.
Um tú ikki klárar at tosa við ein vaksnan, so skriva eitt bræv um trupulleikarnar, sum tú hevur gjørt til ráðgevingina og gev tað t.d. til mammu tínari.
Lat ikki hettar vánaliga lívið hjá tær halda áfram, tað ber avgjørt til at broyta og koma burturúr. So ger nakað,
Góða eydnu
Heilsan
Tú & Eg Ráðgevingin