Góði Drongur!
Tað er so deiligt at vera forelskaður, men kann eisini vera so pínufult. Í tínum føri er tað nokk eitt sindur fløkjasligt tað heila. Tit eru ordiliga góðir vinir og eru eisini floksfelagar, og tú ert bangin fyri at vinarbandið verður oyðilagt, um tú fortelur henni um tínar kenslur. Tú hevur sjálvandi bara tveir møguleikar í at velja. Tú kanst halda áfram sum nú og halda títt forelskilsi fyri teg sjálvan soleiðis at vinarbandið verður varðveitt. Ella tú kanst velja at fortelja henni, at tú ert forelskaður í henni. Um hon eisini hevur kenslur fyri tær er tað jú perfekt, men um hon ikki hevur tær somu kenslurnar fyri tær, so kanst tú vænta, at tykkara vinalag verður eitt sindur løgið. Tað kann vera, at hon gerst bangin at tosa við teg, tí hon er bangin fyri at geva tær skeivan boðskap. Tú mást taka avgerðina sjálvur, hvat tú velur at gera. Tú kanst velja at loypa útí tað og fortelja henni um tínar kenslur og so møguliga blíva lukkuligasti drongur í Føroyum ella tú kanst velja at halda áfram sum nú. Hugsa um tað og ger tað sum tú følir er rættast fyri teg.
Vónandi hava mínar hugsanir hjálpt tær eitt sindur víðari. Skriva endiliga aftur, um tú hevur tørv á tí!
Vinarliga Tú & Eg Ráðgevingin