Search
Close this search box.
Hey tit! Eg eri ein 14 ára gomul genta sum hevur flutt til Svoríki. Eg eri sera deprimera, tí at eg sakni vininir, flokkin og familjuna. Her havi eg so eitt nýtt lív, og her skal eg búgva til summar. Eg helt at eg skuldi klára tað, men so fekk eg at vita at ein av mínum bestu vinum er blívin deprimera og sjúk. Eg vil so gjarna fara heim og vera hjá henni, tí at eg veit at hon er kedd tí at eg eri farin. Eg vil so gjarna heim, men sleppi ikki. Hvat skal eg gera?

Góða tú, ið saknar!  
Eg veit ikki hvussu, leingi tú hevur verið í Svøríki ella um tú júst ert farin til Svøríki. Tað tekur sína tíð at fella til, tá ið ein fer til eitt nýtt stað. Og um tú hevur høvdið fult av øðrum tonkum, so er ringt at brúka tíð og orku uppá at fella til.
Eg veit heldur ikki, hví tú ert farin til Svøríkis, flutt við foreldrunum ella…… Hugsi um tú hevur nakran rundan um teg, sum tú kanst tosa við, og sum skilir, at tú hevur tað trupult, og veit at tú hugsar nógv um vinkonuna og tíni her heima. Tað er gott at tosa við onkran, sum lurtar og sum skilir ein. Og um tú ikki hevur nakran, sum tú kann tosa við um hesi tingini, so hjálpir eisini at skriva, skriva dagbók, skriva tankar niður.   Tað er torført at vera burturfrá, tá ið ein heldur vildi verið heima, orsakað av onkrum, sum er keðiligt. Men, við hvørt so er tað ikki nakað, ið ein fær gjørt so nógv við. Tað ljóðar eisini í tínum føri, at tað ber ikki til at koma heim.
Tú hugsar nógv um vinkonuna, og tað kanst tú eisini gera, meðan tú ert í Svøríki. Tað er ikki tað sama sum at sita saman við henni, men í dag ber væl til at samskifta á ymiskan hátt. Um hon er vorðin sjúk, so er best, at hon fær serkøna hjálp. Vinkonurnar hava sjálvandi týdning fyri hana hesa tíðina, tí trúgvi eg at eitt bræv, meyl, sms frá tær, kann telja nógv fyri hana. Tað kann hon lesa aftur og aftur og hon veit, at tú ert har í tonkunum fyri hana. Tað er nakað, sum virkuliga kann fløva.
Tað er eisini umráðandi at tú hugsar um støðuna, sum tú ert í. Tú ert stødd í Svøríki og skalt verða har til summar. Hvussu kanst tú fáa sum best burturúr? Í mun til vinkonuna og familju kanst tú finna tær ein máta at samskifta uppá, sum riggar til tín, vinkonuna og familjuna. Hvussu við trivnaðinum hjá tær hetta næsta hálva árið? Vóni at tú kanst finna orku til at tíðin í Svøríki á tínum ungu árum kann gerast eitt upplivilsi. Um tað er ov torført at bera sjálv, so vóni eg, at tú finnur onkran, sum kann stuðla tær at koma ígjøgnum hetta. Tú kanst eisini skriva aftur ella kjatta við okkum.

Ynski tær alt tað besta
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…