Search
Close this search box.
Eg havi hugsað eitt sindur um, hvat skal til fyri at bliva sálarfrøðingur?
hvørjar skular og hvussu góðan karakter osv. skal man hava ?

Vóni so inniliga at fáa eitt gott svar, tí eg veit ikki hvussu eg annars skal finna útav hesum …?!

Fyri at lesa sálarfrøði í Danmark skalt tú hava eina miðnámsskúla útbúgving sum student, HF, ella HH. Harumframt krevst at tú hevur havt støddfrøði á C støði. Í Danmark kanst tú lesa sálarfrøði á lærdu háskúlunum í Keypmannahavn, Århus og Aalborg. Tú kanst eisini lesa sálarfrøði á RUC (Roskilde Universitets Center), men hendan útbúgvingin er eitt sindur øðrvísi enn hinar, m.a. tí at man har skal lesa okkurt annað fak eisini. Um tú ætlar at starvast sum kliniskur sálarfrøðingur, so vil eg mæla tær til at lesa í Kbh, Århus ella Aalborg.
Karakter krøvini fyri at sleppa inn broytast alla tíðina, men í 2006 kravdist ein miðal karakterur uppá 9.9 í Kbh, 9.7 í Århus, og 9.4 í Aalborg. Eitt annað vert at hugsa um er at frá 2008 vera umsóknarkrøvini á hesum skúlum broytt til at man skal hava danskt á A støði, enskt á B støði, støddfrøði á B støði og søgu ella samfelagsfak á B støði.
Man kann eisini søkja inn gjøgnum kvotu 2. Tú kanst lesa meira um munirnar á kvotu 1 og kvotu 2 í bókini “Hvad kan jeg blive” sum tú kanst lána á bókasavninum. Har kanst tú eisini lesa um krøvini til at sleppa inn á útbúgvingina.
Tú kanst eisini tosa við ein lestrarvegleiðara á onkrum miðnámsskúla, t.d. á studentarskúlanum, um hesi viðurskifti. Lestrarvegleiðararnir kenna alt til hvat krevst fyri at sleppa inn á hesar útbúgvingar.
Man kann eisini lesa sálarfrøði í øðrum londum, sum t.d. Bretlandi. Men har eru krøvini sera ymisk, so um tú hevur spurningar um tað, so vil eg mæla tær til at venda tær til Altjóða Skrivstovuna. Heimasíðan hjá teimum er www.ask.fo.

Vinarliga,
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…