Góða genta.
Eg eri glað fyri, at tú skipar títt bræv so væl, so eg eisini fái svara nágreiniliga uppá hvønn spurning! Hetta gevur mær betri møguleika at hjálpa tær.
1. Tað ljóðar sum ein ógvuliga keðilig uppliving, ið tú hevur verið úti fyri á eftirskúlanum í Danmark. Eg trúgvi tó ikki, at tú skalt vera bangin fyri, at tú kemur at gera skaða á onnur fólk nú, tá tú ikki gjørdi tað á skúlanum, har ágangurin var harðast. Eg hugsi, at hetta var ein ógvuslig og áhaldandi negativ hending, ið tú vart úti fyri, og tú var langt heimani frá, sum gjørdi at tú vart ógvuliga pressa, og tískil vóru hesir tankarnir ikki heilt ónaturligur, hóast teir vóru ógvusligir. Studentarskúlarnir runt landið hava akkurát fingið sálarfrøðingar tilknýtum til hvønn skúla. Eg vil ráa tær til at kontakta tann sálarfrøðingin, ið er á tínum skúla, soleiðis at tú kanst práta við viðkomandi. Saman kunnu tit meta, um hetta kann hjálpa tær.
2. Tað er ikki óhoyrt ella ónatúrligt, at børn eksperimentera seksuelt, ei heldur, tá tey eru 10 ár ella yngri. Hetta er natúrligt. Avgerandi munurin á seksuellum eksperimentum og misbrúki er tó, um annar parturin IKKI ynskir, at hetta skal fara fram! Sum tað ljóðar á tínum brævið, so hevur tú kanska verið eitt sindur tvísinnað (ivast) um tú ynskti hetta ella ei, tí tú skrivar bæði, at tú vildi gjarna støðga, men helt eisini, at tað var kul. Samstundis vilja vit vísa á, at aldursmunurin á tykkum báðum er stórur, og tað tykist sum hetta nívir teg. Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum fyri at geva tær møguleikan at tosa meira um hesi viðurskifti.
3. Eingin hending ger ein persón samkyndan ella biseksuellan! Hetta er ein myta.Um tú ert vís í, at tú ert biseksuel ella samkynd, og at tú gjarna vil fortelja foreldrunum hjá tær tað, áðrenn tey hoyra tað frá øðrum, so er mítt ráð til tín at gera tað! Tað verður neyvan nakað perfekt tíðspunkt at gera tað ella nakar generellur máti, ið er lættari enn nakar annar at gera tað uppá, serliga ikki um homofobi eisini er innblanda, sum tú skrivar. Eg trúgvi tó, at tá alt er komi eitt sindur niður á jørðina aftur, kemur tú at kenna ein ótrúligan lætta, tí tá skalt tú ikki longur hugsa um, at tey hoyra tað aðrastaðni frá.
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin