Search
Close this search box.
Hey Tú & Eg Ráðgevingin. Eg havi gingi eina tíð og hugsa um eg skuldi skriva inn her, so nú geri eg tað. Eg havi eitt problem. Eg haldi at eg er lesbisk. Eg havi altíð hildi at gentir eru penari og fittari enn dreingir. Men! Eg havi haft dreingasjeikar. Og tað merkiliga er so at eg eisini dámi dreingir. Eri eg bi? Er tað kanska tí at eg eri sooo ill við so nógv mannfólk, tí at eg haldi at teir eru reyvirriterandi? Hálvsystkinabarnið hjá mær er lesbisk, og familjan hevur gjørt alt fyri at ‘goyma’ hana. Ikki at fortelja fólki at hon er lesbisk osv. Hon er flutt niður nú, og hon er sjálvdan í Føroyum. Eg vil ikki verða tann ‘goymda gentan’ í mínari familju, ið hevur eina ‘vinkonu’ við til Føroyar á vitjan. Góða sig at hettar er ein fasa, tí eg vil verðuliga ikki verða stempla sum ‘lebbin’. Hettar er ikki ego meint, men eg eri eitt sindur “kend” í Føroyum. Tvs. at fólk vita hvør eg eri. Eg eri nokk tann síðsta ið fólk forvanta er lesbisk, og eg veit ikki um eg farið at klára at fólk hyggja snedigt í býnum.. (Tí tað veit eg at tey fara) Hvørjaferð onkur genta kemur út sum bi-ella homoseksuell, so halda aðrar seg eitt sindur vekk frá henni, tí at tey halda at hon fer at royna eftir teimum. Eg hevði aldrig droymt um at roynt eftir einari vinkonu ella yvirhøvur nøkrum ið ikki var lesbisk eisini. Tað er ikki so at bara tí at eg tendri uppá gentir, havi eg hug at fara í song við ØLLUM øðrum gentum og hava eitt mega gentu-orgie. Hvussu fái eg fólk at fata tað? Men.. Kann hetta ikki bara verða ein fasi í tannáringalívinum ið gongur yvir? Dulnevni Scooby Doo Aldur 18

Góða  Scooby Doo!
Gott at tú skrivar til okkara. Tað munnu vera nógv, ið eru í somu støðu sum tú, og ikki vita, hvussu tey skulu gera og vera. Tú gert tær nógvar tankar um tína støðu og tín seksualitet. Tað er gott, at tú longu er tilvitað um, hvørjar støður tú ikki vilt koma í. Tá tú ert ung og ert í menning enn, bæði kynsliga og persónliga, ber ikki til at siga hjá øðrum enn tær sjálvari so við og við at finna út av, hvat tú ert. Tú hevur sjálv trupult við at finna tín seksualitet nú, og tað er púra vanligt fyri fólk í tínum aldri. Seksualiteturin mennist nógv og tað eru nógvar nýggjar kenslur, ið ein skal fyrihalda seg til, tá ein er ungur, eisini í 20unum, og tað kemur eisini fyri, at fólk ikki finna seg til rættis í sínum seksualiteti fyrr enn tey eru 30 ár og eldri.

Tín seksualitetur er ein privatsøk, sum tú ikki ert noydd til at deila við onnur. Harvið meini eg, at tað ikki er nøkur skylda hjá nøkrum at tosa við onnur enn møguliga ein partnara, um hvat ein tendrar uppá og ikki. Tað, sum er mest umráðandi er, at ein ikki ger seg inn á onnur móti teirra vilja. Hvat annað so hendir millum vaksin fólk( tvey, tvær ella tveir) er privat og kemur ikki øðrum við. Øll hava rættindi, og øll hava rætt at verða líka nógv vird, líkamikið um ein er hetero, homo, bi ella trans. Ein onnur søk er, at fólk, ið onkursvegna eru øðrvísi, fáa tað truplari við at liva sítt lív í friði og virðing, og tað er sjálvandi tungt at hugsa um hjá tær. Tú hevur helst kjakast við fólk um tað at vera samkyndur og har hevur tú møtt fordómunum, ið summi hava mótvegis samkyndum. Tú kanst stríðast við at geva teimum størri vitan um tað ella vísa teimum inn á onkrar viðkomandi heimasíður sum t.d. www.sexogsamfund.dk , www.lbl.dk og www.rfsl.se. Hesar síður kunnu bæði hjálpa tær og øðrum, ið ivast, og tær kunnu eisini geva fólki vitan um hetero-homo-bi og transseksualitet. Haraftrat hava tey ráðgeving, bæði av ungum og serfrøðingum.

Um tú hevur tørv á at kjatta ella tosa við okkum, ert tú hjartaliga vælkomin.

Alt tað besta!
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…