Takk fyri ein sera viðkomandi spurning.
Tá báðir partar eru yvir 15, so kunnu tey fara í song saman, væl at merkja um bæði hava hug og vilja tað.
Tá annar parturin ella bæði eru undir 15 er ikki loyvt at fara í song saman ella at hava sex.
Um báðir partar eru undir 15, so hava tey heldur ikki loyvi at fara í song saman. Tú spyr hvør kann ákærast, um annar ella bæði eru undir 15 og fara í song saman. Hatta fái eg tíverri ikki svarað tær uppá. Eg havi roynt at spurt meg fyri, men ikki fingið nakað greitt svar.
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin