Search
Close this search box.
Eg havi tríggjar spurningar. Hvussu fær ein hjálp við Social anxiety disorder? ( http:en.wikipedia.orgwikiSocial_anxiety_disorder ) Havi verði til hjálp frá landinum, bleiv innlagdur á lukkaðu deild, men alt tað hjálpti einki, tað gjørdi alt bara verri. Fólkini fingu meg eisini at snakka framman fyri foreldurini, tað var sum at snakka framman fyri ókendum fólkið, ið ikki hava tagnar skildu, og eg mátti bara lúgva meg úr øllum til endans. Eisini mátti eg snakka við fleiri fólk, um tað mín trupulleika, aðrenn eg bleiv koyrdur í rætta stað, sjálvt um tað tók mær leingi og var ringt at siga tað einaferð. So at eg veit at hatta systemi riggar ikki. Hetta var tó nøkur ár síðani.   Eisini sláði eg ting aðrenn eg klári at hugsa um tað, og felli um, av tí at eg klári ikki at anda, tá ið eg minnist ting, sum eg hati. Hetta havi eg gjørt í langa tíð, og tað blívur bara verri og verri. Hvat er galið?   Eisini í sístuni byrji eg at minnast, at langt síðani, vildi abbi mín oftani hava at eg svav í hansara song, eg minnist bara einki av tí anna enn tað, og tað fær meg at hugsa tað ringasta. Er hetta nakað eg burdi verið bangin um? Ella byrji eg einans at finna ting í mínum lívið, og uppfinni tey til okkurt ringt?  

Góði tú, ið kallar teg serling!
Takk fyri brævið! Tað eru nógv í Føroyum, ið hava sosialangist ella sosialfobi, sum tað eisini verður nevnt, men tað eru rættiliga fá, ið vita, hvussu pínufult og trupult tað er at liva við hesum slagi av angist. Tú nevnir teg serling, og tað heitið verður ofta brúkt um fólk, ið ikki eru sum fólk flest, uttan at vit vita, hvat tað er, sum ger tey til serlingar. Tað hevði verið gott um, vit høvdu størri forstáilsi fyri trupulleikunum hjá hvørjum øðrum, men tað krevur vitan og opinleika. Tað eru nógvir viðgerðarhættir, ið kunnu bøta um trupulleikan. Tað er krevjandi og kann taka langa tíð, men tað er vert stríðið. Tað snýr seg mest um at broyta tanka-og handlimynstur, so at angistin ikki sleppur at hava so stóra megi á einum. Eisini verður medisinsk viðgerð brúkt. Tú nevnir ikki beinleiðis, um tú vart í nøkrum samtalubólki ella hvørja viðgerð, ið tú fekst á Psykiatriska Deplinum. Tú hevur í hvussu er ikki fingið nóg góða hjálp tá, men tað eru eisini hend framstig har síðan tá. Nú er ein ungdómspsykiatrisk deild komin, og tað kundi hent, at tað var vert hjá tær at royna. Sum sagt, so eru nógvir ymiskir mátar at arbeiða við sosialangist, og tú fært nógv at vita um tað við at fara inn á www.tabu.dk, sum er ein heimasíða, ið kunnar um tað at vera ungur og hava sálarligar trupulleikar.

Út frá tí, sum tú greiðir frá um tínar tankar, tínar handlingar og minnir frá tínum barnaárum, vil eg mæla tær til skjótast gjørligt at venda tær til tín lækna, so at tit saman kunnu finna út av, hvørja viågerð, ið tú skalt fara í gongd við. Tú hevur nógv, sum tú hevur brúk fyri at seta orð á og finna út av, hvat tað snýr seg um. Tínir tankar um, hvat hendi saman við abba tínum, kunnu blíva nógv greiðari, tá tú fyrst byrjar at tosa við onkran góðan viðgera, ið loyvir tær at koma út við øllum kenslum og tankum, ið tyngja og órógva teg. 

Tú hevur roynt okkurt, sum ikki hevur hjálpt, men nú kanst tú royna okkurt annað, sum kann koma at hjálpa tær. Tað einasta, ið tú ikki skalt velja at gera, er at klára hasar trupulleikarnar sjálvur. Tú ert 18 ár, men eg rokni við, at tú hevur havt samband við barnavernartænastuna í tínum øki, tá tú vart í viðgerð seinast, so tað kann vera, at tey kunnu hjálpa tær enn, sjálvt um tú ert fyltur 18 ár. Um so er, kanst tú venda tær til tey og spyrja, hvat tey kunnu hjálpa tær við. Tú kanst altíð kjatta ella tosa við okkum, um tú hevur brúk tí.  

Blíðar heilsur  
Tú & Eg Ráðgevingin    

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…