Kvinnur flest uppliva skriða, sviða, irritatión, lukt og nógv “udflåd”. Tíanverri kann eg ikki fortelja tær útfrá hesum, hvat trupulleikin kann vera. Man má kanna støðuna nærri. Men, eg kann siga tær, at øgiliga ofta er talan um eina bakteriu – ójavnvág, sum kann henda tá man er saman við ein nýggjum makað.
Kvinnur hava umleið 20 ymiskar bakteriur í vagina, har tær livað í eini heilt serliga javnvág. Tá ið javnvágin er góð, følir ein seg fríska, men um tað knappliga blíva ov nógvar ella fáar av bert einari av teimum 20 bakteriunum, merkir tú at okkurt er øðrvísi.
Hetta kemst av, at PH virði økist, av ov fáum mjólkabakteriusyrum, og tann náttúruliga verjan móti bruna minkar. Hervið fáa tær skaðiligu bakteriunnar frítt spæl.
Vanligu tekin uppá ójavnvág í bakteriunum er tunt, grátt-gulligt “udflåd”, sum serliga eftir samlegu, luktar “fiskaaktigt”. tað kann vera ampi og óbehag í vagina og eitt sindur av skriða og man kann blíva eitt sindur reyð. Hetta er ikki ein kynssjúka og kann hvørva av sær sjálvum, men kann eisini blíva verri, um tað ikki verður viðgjørt.
Klamydia, kann vera við og uttan sjúkueyðkenni, og kann elva til at kvinnur blíva ófrugtbarar (kunnu ikki gerast við barn). Tí er tað altíð umráðandi at fáa Klamydia viðgjørt, um ein hevur illgruna um tað.
Tað ber til at keypa klamydia-testir í Føroyum. Apoteki hevur selt hesar, men hava tær ikki longur, tí tær eru ikki álítandi. Um tú hevur illgruna, ella bert hevur órógv um hetta sama, so vilja vit viðmæla tær, at ringja til tín kommunulækna.
Tað er altíð sera umráðandi at nýta fyribyrging, og tað gert tú møguliga longu, so tú ikki gerst við barn. Tað er sera skilagott at altíð brúka eina hít (kondom) tí tað er besta verjan vit hava ímóti kynssjúkum.
Vinaliga
Tú & Eg Ráðgevingin