Search
Close this search box.
Hey! Eg havi ein góðan vin, men eitt kvøldið mamma og pappa vóru í ball og mín vinur og eg vóru heima og tosaðu um sex, so byrjaðu vit at dyrka sex, og meðan vit gjørdu tað, komu nógvir vinir inn, og tey sóu okkum dyrka sex, og nú halda tey, at vit eru forelskað.
Tá vit hava gjørt tað, følist tað so merkiligt. Eru vit forelskað?
Er man forelskaður, tá man dyrkar sex? Vit hava gjørt tað 5 ferðir. Hjálp mær !.
Vit manglaðu hít…
PS :Svara tit øllum?

Góða tú, ið hevur eitt sexneyðarróp!
Soleiðis sum eg skilji títt neyðarróp, so er tað tí, at tað eru fleiri ting, sum tú hevur tað trupult við:
Tú ert í iva um, hvørjar kenslur tú hevur fyri tínum vini, sum tú hevur dyrkað sex við 5 ferðir.
Tað er ikki altíð, at fólk eru forelskað í hvørjum øðrum, sjálvt um tey dyrka sex. Tað er bara tú, sum kanst vitaføla, um tú ert forelskað í tínum vini. Tað eru tínar egnu kenslur, sum siga tær, um tú ert forelskað. Tað kann eisini vera trupult at fáa skil á og seta orð á, hvørjar kenslur eru forelskilsi, og hvat er spenningur, tá tú ert kynsliga saman við einum øðrum persóni.
Kenslurnar kunnu eisini skifta og broytast skjótt, so eina tíð er tann eini parturin meira forelskaður enn hin parturin, og so kann tað broytast.
Tú sigur, at tað følist so merkiligt… royn at hugsa um, hvussu tað følist merkiligt. Kanska er tað tí, at tú ert forelskað, kanska er tað okkurt annað?
Síðan er tað eisini tað, at tykkara vinir hava sæð tykkum dyrkað sex, og tað kann leggja trýst á tykkum bæði, tí at tey blanda seg nú í tykkara forhold, tí tey halda, at tit eru forelskað. Tað kann sýnast so fyri teimum, men lat tykkum ikki ávirka av teirra meiningum. Tit gera sjálvi av, um tit vilja vera saman ella ikki, forelskað ella ei.
Tú sigur eisini, at tit hava havt samlegu nakrar ferðir uttan at nýta hít. Hetta er sjálvandi sera óheppið, bæði tí at man kann gerast við barn tá man ikki brúkar verju, men eisini tí at man tá er í vanda fyri at fáa kynssjúkur. Royn at hugsa um tað framyvir.
Um tú ert bangin fyri um tú nú ert blivin við barn, mást tú tosa við onkran, sum kann hjálpa tær at fáa gjørt eina roynd, so at tú sum skjótast kanst finna út av, um tú ert við barn ella ikki.
Royndin kann keypast á apotekum kring landið, og um tú ikki torir at keypa tað sjálv, kanst tú biðja onkran hjálpa tær við tí. Kanningina kanst tú eisini gera hjá tínum lækna.
Tú kanst altíð skriva aftur til okkara, og um tú hevur brúk fyri at tosa við ein ráðgeva, kanst tú ringja til Tú & Eg Ráðgevingina á tlf 116 111. Hon svarar mánadagar og hósdagar kl 14-22.

Vit svara næstan øllum brøvum. Tá vit ikki svara øllum, er tað tí, at onkur heldur tað vera stuttligt at seta óhóskandi ella óseriøsar spurningar, kanska fyri at vita, hvat vit fara at svara.
Teir spurningarnar svara vit ikki, tí vit hava nógvar sera álvarsligar spurningar, sum bíða eftir okkara svari, og sum vit heldur vilja brúka okkara tíð til.

Blíðar heilsur

Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…