Search
Close this search box.
Shit :( Eg havi eitt problem :( Eg havi eina vinkonu, vit hava verði vinir síðani 3 flokk, men vit eru allatíð óvinir og óvinir og so vinir aftur og vinir aftur. Nú í eina góða løtu hava vit verði óvinir, í ein mánað haldi eg, og tað er tað longsta vit hava verði óvinir. So nú ein dagin tá ið eg og hon eru á arto, byrja vit at skriva fitt saman, og tað endar vi at vit blivu vinir aftur, men hon hevur nú skift skúla, annars gingu vit í skúla saman. Men so var tað, at eg ikki tímdi at verða vinir við hana seinni. So eg ringdi og segði at eg ikki tímdi at verða vinir við hana aftur, tí at mama og babba og allir hinir vinirnir sum eg havi, siga at eg ikki eri eg tá eg eri saman við henni, so at eg tímdi ikki, og vit blivu óvinir. Og nú í gjár ringdi hon og græt og segði at hon saknaði meg, og alt hattar har, og eg kom til at siga at vit kundu verða vinir aftur :( Men eg tími ikki :( Men eg fái meg ikki til at siga einaferð avtrat við hana at eg ikki tími at verða vinir við hana :( Hon skrivar á arto hvussu mega glað hon er um at eg og hon eru vinir aftur, men eg ani ikki hvat eg skal gera, tí at eg klári ikki at verða vinir við hana ..:( hjálpi mær :(

Hey
Fyri tað fyrsta so er tað ikki so smart fyrst at siga at man kann verða vinir og so at man ikki tímur, men tað er heldur ikki stuttligt at verða óvinir allatíðina.
Um tú veruliga ætlar tær ikki at verða vinkona við gentuna, eigur tú at siga tað uppá ein góðan máta. Tú kanst siga við hana at tú heldur tað er so strævið at verða óvinir allatíðina og so siga við hana at tit ikki rigga at verða vinir. Men eg haldi at tað má vera tú sum meinar tað og ikki øll rundan um teg. Hugsa um hvat er gott við at vera vinir við hana og hvat er minni gott.
Hvat er hent tykkara millum síðan tú knappliga ikki tímur at verða vinir við hana, um tað er okkurt eigur tú at siga henni tað, so hon veit hví tú ikki tímur meira.
Tú mást minnast til, at hon verður meira kedd og strævin um tú sigur tú vilt verða vinur við hana, men meinar nakað annað. Tí so ert tú ikki erlig og hon fer ongantíð at trúgva tí tú sigur.
Um tú sjálv ætlar tær at verða ein góð vinkona eigur tú at fortelja henni (uppá ein penan máta) hvat tað er tú ikki klárar við henni. Tað er altíð best at vera erligur, bæði fyri teg sjálva og fyri vinkonuna.

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…