Spurnarkassin: Genta, 16 ár spyr
Síðst eg hevði mína menstratión var fyri 35 døgum síðani, og eg eri ræðslusligin um at eg kanska eri við barn
Spurningur:
Tann 29. nov høvdu eg og ein drongur kynsliga samlegu. Vit nýttu hýt, og hann hugdi gjølla eftir um hon var skrædnað, ið vísti seg at hon ikki var. Mín menstratión byrjaði seinast tann 18. nov, ið vísur seg at vera 35 dagar síðani. Eg giti ikki at eg eri við barn, men mín menstratión plagar ikki altíð at vera so sein. Hon kann vera eitt sindur svingandi viðhvørt, men eg eri ræðslusligin um eg nú eri við barn. Eg havi tonkt mær at tikið eina test, men tori ikki at siga nakað við míni foreldur. Ber tað til at tosa við læknan um sovorit, tå id mann er 16, skjott 17, uttan at foreldrini fåa nakad at vita? HJÁLP
Svar:
Góða tú
Nú hevur tú vónandi fyngi menstratiónina aftur og alt gongur sum tað skal, umskilda fyri at vit ikki hava svarað tær fyrr enn nú.
Tú skrivar at menstratiónin hjá tær er eitt sindur óreglulig, og sum tú sikkurt veit, so er tað heilt vanligt. Tú skrivar eisini at tú er bangin og tú brúkar sikkurt nógva orku at hugsa um hetta.
Ert tú bangin fyri, at tú ert við barn, kunnu tekin væl vísa seg, hóast tú ikki ert við barn. Far tí heldur á apotekið ella í ein handil og keyp ein graviditetstest.
Alt tað besta,
Tú & Eg Ráðgevingin