Góða Genta,
Takk fyri at tú sendir okkum eini boð.
Vit kunnu byrja við sjeikinum hjá tær. Tú skrivar at hann ikki hevur álit á tær, tí tú hyggur eftir øðrum dreingjum, men tað gert tú ikki. Tað eru ymisk mørk vit menniskju alla tíð mugu fyrihalda okkum til. Tá ið vit hava ein sjeik, ella damu, so eru tað nøkur ting ein vanliga ikki ger, tað er at fjasa, flirta ella verða saman við øðrum enn tí ein gongur saman við. Sambært hesum brævinum, er tað ikki støðan, so eg dugi ikki rættiliga at skilja hví eingi álit er frá sjeikinum hjá tær. Ein møguleiki er, at hann er bangin fyri at missa tí, tú tú hyggur eftir øðrum, men her eru eitt gott amboð at heinta. Tosi saman um hetta. Tosi saman, har tú kanst greiða frá, at ta, at tú hyggur ikki er eins við at tú ynskir ein annan.
Tú skrivar at tú orkar ikki meira, og at tú einki hevur at liva fyri. Tað fyrsta eg hugsi er, at tú hevur møguelikan fyri einum longum og góðum lívið frammanfyri tær, tú hevur ein sjeik, sum tú skalt tosa meira við, og tú hevur eina góða vinkonu, sum tú ert sera góð við, og so ímyndi eg mær at tú hevur eina familju sum elska teg.
Sera nógv ung føla av og á mótloysið, og at alt kennist vónleyst. Tá er gott at leita sær ráð, og tosa um tær kenslur sum eru innan í. Tað er umráðandi at seta orð á tankar og kenslur, og hevur tú onkran sum tú kennir teg trygga við, og sum vil leggja oyra til, so fortel um tína støðu. Tað er altíð gott at fáa sett orð á sínar tankar.
Tú ert altíð vælkomin at skriva aftur til okkum, ella ringja dulnevt til okkara telefonráðgeving á 116 111. Har kanst tú tosa við ein ráðgeva heilt anonymt og kostnaðarfrítt.
Vinaliga
Tú & Eg Ráðgevingin