Search
Close this search box.
Eg havi fingið at vita, at eg havi ringt tunglyndi. Tað eri eg ikki óeinig í – tað havi eg vita leingi. Men tað, ið hevur tyngt meg rættiliga nógv tær seinastu vikurnar, eru teir afturvendandi sjálvmorðstankarnir, ið sníkja seg upp alla tíðina. Eg hugsi ikki klárt, og havi fleiri ferðir verði tætt við at roynt at gera av við meg sjálva. Eg fái ikki tankarnar burtur og eg veit ikki hvat eg skal gera. Hava tittú nøkur ráð?

Góða genta.
Tað er alt annað enn gott, at tú gongur aleina við sjálvmorðstankum. Eg vil ráða tær til at fortelja onkrum, ið tú hevur álit á, at tú ikki hevur tað gott, og at tú hevur hesir tankarnar. Hetta kann vera ein tryggleiki hjá tær, soleiðis at tú veitst, at onkur veit um tínar sjálvmorðstankar, tí tað kann gera tað lættari at ringja til onkran, um tankarnir skuldu blivið meira átrokandi.
Nú sigur tú ikki hvørja viðgerð, tú fær fyri tunglyndinum, men tað er ógvuliga umráðandi, at tú sigur onkrum frá um tínar sjálvmorðstankar, um tað er, at tú ert í viðgerð við anti-depressivum medisini. Tær fyrstu nógvu vikurnar, ið ein tekur hetta medisini kann ein vera eyka útsettur fyri at gera álvara av sjálvmorðstankum, tí ein ofta fær meira kropsliga orku, men heldur á fram við at hava tankarnar til eitt sindur longri inni í viðgerðini. Tískil vóni eg, at tú megnar at siga onkrum frá hesum. Eisini vil eg biðja teg ansa eftir um tankarnar blíva meira ítøkiligur og tú byrjar at leggja nágreiniligar ætlanir um hvussu tú kundi gjørt av við teg sjálva, tí so kann ganga skjótt til tankarnar vera annað enn tankar.
Um tú ert tætt uppá at gera álvara av tonkunum, skalt tú fara oman á skaðastovuna ella ringja 112, so eru fitt og fyrikomandi fólk til reiðar at hjálpa tær.
Vinaliga
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…