Spurnarkassin: Genta, 16 ár spyr

Sjálvmorðstankar

Spurningur:

Hey! Ta seinastu tíðina, havi eg ikki havt tað so gott. Eg havi havt sjálvmorðstankar, tí eg orki ikki at liva longur. Tað byrjaði við hjartasorg tá tað bleiv liðugt millum meg og 'sjeikin' hjá mær. Hann var mín einasti vinur, so tá eg misti hann, hevði eg ikki nakran at tosa við, tí eg brúkti alla tíðina uppá at tosa og skriva við hann. Líka síðani havi eg havt tað ræðuligt, føli ikki at eg havi nakran at tosa við, eingin veit hvussu eg havi tað. Og tað følist sum at hann ikki tímdi meir, tí eg ikki var pen ella kløn nokk til hann. So eg havi nú av og á spýð aftaná eg havi etið, tí eg føli at eg verði ov tjúkk, um eg eti. hetta gongur útyvir mína skúlagongd, eg havi skulkað nógv í seinastuni, og eg fái ikki verið heilt við í undirvísingini sum fer fram, eg hugsi allatíð um onnur ting, og av tí fer mín karakterur longur og longur niður fyri hvørt støðumet vit fáa. Eg eri bangin fyri at skuffa familju og tað er flóvusligt at snakka um mínir karakterir við onnur. Eg føli eina pínu inni í mær sjálvari, eg eri ikki góð nokk, eg eri ikki líka sum onnur. So eg hugsi ræðuliga oftani, at kanska tað hevði verið lættast at fáa alla pínuna vekk, bara sleppa vekk úr hesum heiminum. Nakrir eldri dreingir hava eisini hoyrt um, at eg havi tað ringt, teir hava kallað meg ljót orð og søgdu at eg skuldi drepa meg sjálva, tí eingin legði nakað í tað alíkavæl, tað endaði enntá við at tann eini sló og hótti meg. So eg eri ikki tann einasta sum vil hava meg sjálva úr heiminum, tað eru onnur sum eisini vilja at eg skal drepa meg sjálva, eg hugsi at kanska tað hevði verið best, men eg eri bangin.

Svar: