Search
Close this search box.
Eg eri ein 16 árg gomul genta, sum hevur alt og nógvar sjávmorðstankar!: Tað byrjaði tí at ein drongur, sum mær dámar ógvuliga væl, segði at hann eisini dámdi meg eitt sindur og segði at vit vóru eitt sindur væl, men hann er bara soooo meeega kaldur yvirfyri mær!:´ Eg veit ikki hvat eg skal gera tí at eg eri alt for góð við hann, og hann virkar ikki, sum hann er so góður við meg. Eg havi skorið meg, men eg tori ikki at siga tað við nakran, havi gjørt tað fyrr, men eg tími ikki at liva meira..please hjálp mær!!

Góða tú, ið hevur sjálvmorðstankar!
Tað eru álvarsamir trupulleikar, ið tú gongur við. Tað er gott, at tú skrivar inn og fortelur um tína støðu. Tú ert á røttu leið at fáa hjálp til at gera broytingar í tínum máta at hugsa um teg sjálva. Tað snýr seg um títt lív, tín ungdóm og tínar møguleikar í lívinum. Drongurin, sum tær dámar ógvuliga væl, hevur møguliga góðar kenslur fyri tær, sjálvt um hann sýnist sera kaldur. Tá tú ikki tosar við hann um tað, verður tað bert til gitingar frá tínari síðu, og gitingar eru ikki altíð sannar. Vit menniskju hava lættari við at hugsa negativar tankar enn positivar. Royn at hugsa um, hvat tú ynskir av einum drongi, og hvat hann hevur at geva tær av góðum upplivingum. Tað, sum tú nú hevur upplivað saman við hesum drongi, kann læra teg at spyrja teg sjálva, hvussu tað ber til, at tað kann ávirka teg so nógv, at tú ert byrjað at skaða teg sjálva við at skera teg, um tú ofta fyrr hevur verið í somu støðu sum nú, og um tað eru aðrir trupulleikar, sum eisini ávirka teg negativt. Her hugsi eg um, hvussu tú hevur tað heima og í skúlanum, saman við vinfólki og í mun til teg sjálva. Tá fólk skera seg, er tað eitt tekin um, at tað er trupult at tosa um tað, sum nívir ein. Pínan, tað kann vera hjartasorg, kenslan av at vera svikin, skuffaður, Illur ella onnur pínufull kensla, fyllir so mikið nógv, at tað er neyðugt og gott at úttrykkja hana, t.d. við at fáa tosað um hana, rópa hana út, ganga til onkran kampítrótt, yrkja, spæla ljóðføri o.a. tí út má hon, onkursvegna.  Jú meira og oftari tú tosar um tína pínu, jú lættari verður hon at bera. Tá onnur lurta og stuðla, verður byrðan lættari at bera, tí hon er ikki bert tín longur. Tú torir ikki at siga fyri nøkrum, at tú skerir teg. Tað er ikki neyðugt, at tú sigur tað beinanvegin, men tú kanst kanska byrja við at siga, at tú ert kedd ella at tú ikki hevur tað gott. Síðan kanst tú koma inn á tað, sum tú sjálv vilt siga. Tað er heldur ikki neyðugt at siga alt til fyrstu samrøðu, um tú ikki orkar. Tí  hevði tað verið gott um tú fanst  ein vaksnan, sum tú kundi tosa við og sum kundi hjálpt tær víðari. Eg veit ikki, hvussu títt samband er  við foreldrini, men um tú ikki tosa við tey, so kanska eina mostur, fastur, eina gummu, ein gubba, lærara(um tú gongur í skúla) heilsusystur. Tann besta hjálpin fyri teg er kanska at fáa samtalur við ein sálarfrøðing ella annan viðgera, sum er vanur at hjálpa fólki við líknandi trupulleikum, sum tú hevur. Tað kann eisini vera, at tað er nóg mikið hjá tær at tosa við ein vaksnan, ið tekur teg í álvara, og kann vísa tær á møguleikar fram um forðingar. Tú hevur heilt víst nógvar førleikar og góðar eginleikar, ið tú kanst brúka nú, ið tú ert í einum truplum tíðarskeiði. Tú ert eisini vælkomin at venda tær aftur til okkara, eisini umvegis kjattin ella telefonina.

Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…