Search
Close this search box.
Heey Takk fyri ein góðan brævkassa, sum eg brúki fyri fyrstu ferð!! Eg misti abba mín fyri hálvum øðrum ári síðani….. Og eg haldi ikki at eg eri komin yvir tað enn! Og síðsta summar byrjaði eg at dáma ein drong orðsaka av hansara persónligheit! Og eg var líka býtt at siga tað við hann ½ ár seinni. Og so fekk eg sjálvandi hjartasorg mega nógv!!<’33 Havi rættuliga oftani hugsað um at taka lívið av mær sjálvari. Eg havi nú onki sjálvsálit! Eg kenni á mær at eg ikki eri nakað verd!! Eg eri rættuliga ofta mega kedd og gráti mega nógv! Og eri mega einsamøll! Havi onki annað at gera enn at sita framman fyri telduni ella at sita við mínari telefon! <’ 33 Eg havi skorið meg í vinstra arm og tað er mega irriterandi at síggja hvørja ferð eg fari í bað og lati meg í klæðir! Hvat kann eg gera? Eri rættuliga smæðin eisini, eg tími ikki at vera smæðin, eg var meira framlig fyrr!! Skilji bara ikki hví eg eri soooe smæðin nú!! Vónandi fái eg svar skjótt!! <’33333

Góða genta.
Gott at tú kanst brúka brævkassan til at seta orð á trupulleikarnar, sum tú tú stríðist við, tað kann  oftani verða ein góð byrjan til at fáa tað betri.
Sum eg skilji hevur tú mist abba tín fyri 1 ½ ári síðani og at tú heldur, at tú ikki ert komin yvir tað enn. Eg rokni við at síðani tú skrivar soleiðis, so hevur abbi tín havt stóran týdning fyri teg og tað er ringt at missa ein sum man hevur verið tætt knýttur at. 1½ ár er ikki so langt síðani, so tað er natúrligt, at tú saknar hann. Tað hevði ivaleyst verið gott um tú av og á kundi tosa við onkran í familjuni, mammu ella pápa tín, um abban og um tær góðu løturnar tit høvdu saman. Saknurin eftir abba tínum fer nokk altíð at vera har meira ella minni, men so við og við lærir tú at liva við sakninum.

Síðani hevur tú eisini havt hjartasorg, tað er ikki stuttligt at blíva avvíst, tað skilji eg væl. Men eg má allíkavæl siga, at tað var óført av tær at tora at siga tað við hann, tú tordi at vísa tínar tankar og følilsir. At tú so bleiv avíst er ikki so stuttligt, men tað eg hugsi er, at tú mitt í allari hjartasorgini kanst royna at hugsa um, at tú tordi at gera tað tú hevði hug til og lat ikki eitt niðurlag taka móti frá tær. Tú kanst hugsa at tú kanst tað tú vilt og vilt tað tú kanst.

Tú sigur, at tú situr mest framman fyri telduna ella telefonina og ert mega einsamøll. Í øllum einseminum er tað at keðiligir tankar um at man onki er verdur og líknandi kunnu koma. Tú sigur annars onki um hvat tú fæst við. Gongur tú í skúla ella arbeiðir tú? Og hvørjum kemur tú saman við til dagligt? Tá tú sigur at tú ert blivin so smæðin nú, kann tað verða orsakað av tí tú hevur upplivað tað seinastu tíðina, bæði at missa abban og hjartasorgina. Eisini um tú situr ov nógv einsamøll so verður torførðari at tosa við onnur, tí tú hevur minni at tosa um, so tað er av týdningi, at tú tosar við onkran og kemur út millum onnur.
Um eg skuldi givi tær okkurt ráð ella hugskot hugsi eg at tú kanska kundi roynt at fari eitt sindur út til okkurt. Kanska fingið eina vinkonu við í biograf, at svimja, í fitnesshølið ella bara ganga ein túr. Tað kann oftani lætta tankarnir og geva einum okkurt annað at hugsa um. Nú byrjar eisini kvøldskúlin og fimleikaholdini so kanska kundi tú melda teg til okkurt slíkt, kundi tað verið eitt hugskot?
Vónandi kann hetta svarið hjálpa tær um ikki, so skriva endiliga aftur. Tú kanst eisini ringja ella chatta við Tú & Eg Ráðgevingina, so kanst tú seta orð á tínir trupulleikar á ein annan hátt.

Alt tað besta
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…