Search
Close this search box.
Hey, eg eri 17 ára gomul.. og eg havi EINKi sjálvsálit, eg hati meg sjálva. Eg havi onagntid havt sjeik tí veit ikki um eg eri for ljót og hvissi vit skulu hava kynsligt samband veit eg ikki um hann fer at flenna at mínum kroppi. Eg tori ikki at hava sjeik. Og nú skrivi eg vid ein… hann dámar meg og umvent. Og eri so nervøs um vit koma saman tí havi einki sjálvsálit. Og eg veit at hann heldur einki sjálvsálit hevur. Eg veit ikki hvat eg skal gera

Góða Tú

Takk fyri at tú skrivar inn til okkara.

Tað er deiligt, at tú hevur møtt einum at tosa við. Tað ljóðar, sum um tit kunnu tosa um nógv – um ikki næstan alt 🙂 Tað er ordiliga gott. Faktiskt, haldi eg, at tað sum tú skalt gera, er bara at halda fram við tí – at tosa væl við onkran!

Veist tú hvat? Tað eru nógv, sum ikki hava havt sjeik ella damu tá tey eru 17 ár. Tað er púra normalt og hevur einki við kroppin ella sinnið at gera.

Tá ið ein er tannáringur, henda nógvar kropsligir broytingar, og viðhvørt henda broytingarnar so knappliga, at ein líka skal venja seg við tær. Tá ið kroppurin er í broyting,  kann ein ofta hugsa eitt sindur neiligt um seg sjálvan í eina tíð. Tú kanst royna at lesa eitt sindur um tað her, og vita um tú finnur tað, sum tú leitar eftir. Um ikki so skriva ella ring endiliga aftur til okkara.

Mín kroppur

Kynslív/Sex

Kærar heilsanir

Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…