Search
Close this search box.
Hey :D Eg eri 15 ára gomul genta, og havi viðhvørt hug at skera í meg sjálva. Eg tori ikki, tí eg vil ikki hava míni foreldur finna útav hesum. Hvat skal eg gera?

Góða genta.
Tað eru nógvar orsøkir til, at ein kann hava hug at skera í seg. Óansæð hvør tín orsøk er, haldi eg, at tað hevði verið gott at funnið útav hví tú hevur hug til hetta og síðani er umráðani at gera okkurt við tað, so tú kann koma av við hugin og kenslurnar, ið elva til hugin at skera í seg. Tað er ikki gott fyri nakran at skera í seg og tí vil eg ráða tær til at finna ein vaksnan, ið tú stólar uppá, at hjálpa tær, so tú kanst fáa rætta hjálp. Um tú ikki kanst fara til nakran vaksnan rundanum teg, so kanst tú altíð ringjaskriva aftur ella fara til tín lækna og biðja um hjálp.
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…