(Seint svar. Við umbering)
Góða Genta
Takk fyri títt bræv.
Tað ljóðar sum tú ert í eini heldur keðiligari støðu, men tú ert røsk at leita tær hjálp.
Sum vit skilja tað er støðan álvarslig hjá tíni vinkonu, og tað er flott av tær at hjálpa henni sum tú gert. Tað er samstundis umráðandi hjá tíni vinkonu at fáa hjálp. Tú kanst siga við hana, at hon altíð kann ringja til okkum á 116 111 og fáa hjálp. Tað er anonymt at ringja. Tað vil siga, at vit síggja ikki hvør tað er sum ringir. Tað hevði verið gott, um tú kundi greitt tínum foreldrum frá hesi vinkonu, so kunnu tey hjálpa tær at fáa fatur á hennara foreldrum, ella fáa samband við skúlan har hon gongur, so tín vinkona kann fáa røttu hjálpina.
Tú ert eisini vælkomin at ringja til okkum á 116 111
Vinaliga
Tú & Eg Ráðgevingin