Góða Genta
Takk fyri at tú skrivar til okkara, og samstundis vilja vit biðja um umbering fyri langa tíð um at koma við einum svarið.
Tað tykist sum at foreldur tíni eru vitandi um tínar umstøður, og tað er sera gott. Eg haldi at tú skal tosa við tey um tínar umstøður. Ofta er tað ikki nokk at bert siga tað eina ferð ella 4 ferð við foreldur síni. Um tú hevur nakrar góðar dagar ella hevur tað gott í longri tíðarskeið, so liva tíni foreldur kanska í tí vón, at nú er alt betri, ella kanska heilt gott.
Vit kunnu ikki meta um, um tú hevur tørv á heilivági fyri at fáa tað betri. Har má ein lækni ella sálarfrøðingur til.
Sjálvt um vit sum ráðgevar hava báði læknafrøðiliga og sálarfrøðiliga bakgrund, so kunnu vit ikki taka støði til slíkt umvegis hesa ráðgevingina. Har mást tú vend tær til ein læknasálarfrøðing fyri at fáa eina meting.
Tú skrivar at tú byrjaði at skaða teg sjálva sum 11 ára gomul. Kanst tú royna at hugsa 5 ár aftur í tína og spyrja teg sjálva hví tú fór at skaða teg sjálva.
Tá ið ein byrjar at skera seg í armin ella aðrastaðnis, so er tað oftast fyri at doyva eina aðra pínu inni í kroppinum. Tað kann verða ein pína, sum ikki eru sum tann pínan tá ein dettur og slær seg, men ein pína sum kann broyta skap ella følilsi á nógvar ymiskar háttir. Tað kann eisini verða skuldarkensla, sum tú slett ikki eigur at hava.
Royn og hugsa um hvat tað var sum fekk teg til at skera teg sjálva. Um tú ikki minnist, so kanst tú eisini ringja til okkum á 116 111 tí so kunnu vit tosa saman um løturnar tá tú ikki hevur tað gott, og sjálvandi eisini løturnar tá ið tú hevur tað gott.
Tað er sera gott at hoyra, at tú hevur góðar vinir, ið vilja stuðla tær. Góðir vinir hanga ikki altíð á trøðunum.
Um tað er ein løta, har tú verðuliga hevur tørv á hjálp, so ring til okkum. Vit vilja hjálpa.
Vinaliga
Tú & Eg Ráðgevingin