Hey hey og takk fyri brævið við sera vikomandi spurningum sum tú ynskir at fáa svar uppá!
Viðvíkjandi mánasjúkupínu, so er tað so, at summar føla einki og aðrar hava rættiliga nógva pínu, so tað hevði verið best, um tú tosar við læknan hjá tær um tína pínu. Hann kann geva tær eitt greitt svar, sum tú veruliga skilir. Tað, ið tú eisini kanst gera, er at taka tær væl av tær sjálvum, kanska við heitum varmadunki á búki ella ryggi, einum lekrum teppi á einari bleytari sofu, tað sigst at vera superJ 🙂
Deiligt hjá tær at hava fingið sjeik, og ordiliga dejligt at hoyra, at tú hevur sett orð á saman við honum og sagt frá, at tú ikki vart klár. Tú skrivar, at nú tú ert fysiskt klár, og tú kennur best teg sjálvan, tó er tað ikki altíð nokk bara at vera fysiskt klárur. Tað er sera umráandi at hjartað og sálin er við. Tit hava gingið saman í ein mánaða, og nú ynskir tú, at tit sova saman, samstundist sum tú ikki vilt gerast við barn. Eisini skrivar tú, at tú ikki torir at spyrja mammu tína um p-bollar, tí so so fer hon at hugsa: “nú fer hon at hava sex við honum”. Tað ein natúrligur tørvur at vilja hava kynsligt samband, tá ein er drigin at hvørjum øðrum og følir kærleika fyri hvørjum øðrum. Fyri hvønn einstakan av okkum er tað ymiskt, hvussu langa tíð vit skulu hava, til hjartað og kroppurin er klárur. Tað sum hevði verið ordiliga gott fyri teg var at tú føldi eftir í hjartanum og búkinum og síðan hugsaði teg væl um, tosaði við sjeikin um tað, soleiðis at tú kendi teg trygga og klára til ta avgerð, ið tú skalt taka, bæði viðvíkjandi at fara í song við sjeikinum og at tosa við mammu tína. Tað er so deiligt at kunna tosa við sjeikin og mammu tína um tað, ið tú situr við. Hinvegin er tað heilt vanligt, at ein ikki tosar við mammu sína um alt, serliga viðvíkjandi kynslívinum.
Tá tað kemur til p-bollar, so er tú 16 ár og kanst sjálv ráða yvir, hvat tú gert tí viðvíkjandi. Mamma tín nýtist ikki at vita tað, so um tú fert til læknan um mánasjúku- pínuna, kanst tú biðja hann um p-bollar. Tá tú byrjar at taka p-bollar, er sera umráðandi, at tú fært góða leiðbeining um, hvussu tú tekur teir frá byrjan av, tí tað er ikki altíð so lætt at skilja á seðlinum, sum er í eskjuni, har p-bollarnir eru í. Leiðbeiningina skalt tú helst biðja um frá læknanum.
Alt tað besta og góða eydnu!
Tú & Eg Ráðgevingin