Góða Genta
Takk fyri títt bræv.
Nær er tað í ordan at fáa ein sjeik. Fyrst vil eg siga, at tað hevði verið gott um tú tosaði við foreldur tíni um júst hetta.
Eitt annað er, at tað er so ymiskt hvat ung meina, tá ið tey tosa um at hava sjeik ella damu. Hjá summum meinast hetta við at sms’a, kjatta og tosa saman á snap. Hjá summum meinast við at leiðast, hjá nøkrum at klemmast og kanska mussast, og so eru tað eisini nøkur, ið meina, at tá ein hevur sjeik ella damu, so er tað ein man fer í song saman við. Um tú meinar við hetta síðsta, nær er tað í ordan at fáa ein sjeik, ið man kann fara í song saman við, so er umráðandi at hava aldurin í huga, tí fyrst tá ein er 15 ár, er loyvt at fara í song saman við einum sum eisini er 15 ella eitt sindur eldri. Tað er umráðandi at bæði vilja tað og kenna seg tryggan og kláran.
Vónandi var hetta svarið gott nokk. Tù ert altíð vælkomin at skriva aftur til okkum.
Vinaliga
Tú & Eg Ráðgevingin