Hey genta, 19!
Tað ljóðar sum at tú ert komin í eitt dilemma viðvíkjandi sjeikinum og tykkara framtíð!
Fyri tað fyrsta sigur tú at sjeikurin ikki sær super gott út og so samanberir tú sjeikin hjá tær við teg sjálva útsjóndsmessiga og við sjeikar hjá vinkonunum. Tað kann verða at tað ikki hevur bila nakað fyrr enn nú, altso hansara flaws og so víðari. Men tað kann eisini verða at tit faktiskt eru vaksin frá hvørjum og at tað hevur tú innsæð uppá longri sikt. Tað kann eisini verða at tit hava so ymiskan lívsstíl og at tað hevði hjálpt um tit høvdu nøkur felags áhugamál. Eg havi hugt eftir hesi donsku sendingini um pør sum hava eina viku í part til at finna 3 ting sum partnarin skal verða við til og hetta er fyri at betra um parforholdi soleiðis at man kann fáa nakrir felags aktivitetir.
Hinvegin skilji eg teg væl og tað er ikki “forkert” at hava tað soleiðis tað er bara tað at tú tendrar ikki uppá partnarin hjá tær sum tú kanska gjørdi fyrr.. ella eg veit ikki um tú ongantíð hevur tað, kanska nøkur onnur ting vóru meira umráðandi fyri teg tá og nú sært tú kanska ørvísi uppá tað, tað veit eg ikki, men eg haldi eisini at tað handlar um hvat ein fokuserar á, so eg síggji tað soleiðis at tú hevur 2 møguleikar. Tann eini er at tú gevur honum eitt slags ultimatum at tú sigur við hann at hansara lívsstílur og tín eru so ymiskir og at um tað skulu verða tit bæði so er tað neyðugt at finna onkur felags áhugamál sum tit kunnu gera saman. Gev honum eitt sindur av tíð at hugsa um hetta um neyðugt. Um hetta ikki riggar og tú blívur við at generast av hesum er tað kanska neyðugt at tit fara hvør til sítt, men minst til at hugsa um at vakurleiki kemur fyri tað mesta innanífrá, eg skilji at tú ikki vilt verða yvirflatisk, men eg vil bert minna á hetta, men tað er sjálvandi eisini í ordan um tú veruliga ikki finnur nakra orsøk til at verða verandi saman við honum, so er tað sjálvandi best at fara hvør til sítt.
Vinaliga
Tú & Eg Ráðgevingin