Search
Close this search box.
Hey, eg havi havt problemið vid eygunum í 2 Ár og eg havi skullað brúkt linsir men eg Orkaði ongantíð at koyra tær í so eg segdi bara vid mini foreldur at eg Hevdi koyrt tær í Og tey hava sagt fleiri ferd at tad er vigtugt at eg altid koyri tær í tí at sjónin fór at vernsa um eg ikki brukti tær men eg tók tad ongantid ordiligani til min so eg brukti tær ikki alikavæl. Nú sýggi eg ein litlan svartan prikk Mitt í minari sjón og eg tori slettis ikki at siga tad ti at hvussu skal eg fortelja at eg ongantid havi brukt linsurnar i 2 Ár og eg eri nu aveg til at bliva blindur?.

Hey Tú

Tá talan er um sjón, so er umráðandi at tosa við sín eygnalækna. Tað kann koma fyri, at tað gongur um tíð áðrenn ein fær tíð hjá eygnalæknanum, so ein skjótur møguleiki er at vitja optikarin, har tínar linsur eru keyptar. Optikarar hava sera góðan førleika, og kunna vegleiða tær nógv betri enn vit kunnu.

Okkara ráð eru sostatt: Set teg í samband við tín Optikara (har linsurnar eru keyptar), tín kommunulækna og/ella eygnalækna.

Vinaliga

Tú & Eg Ráðgevingin.

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…