Search
Close this search box.
Hey Fyri umleið trimum mánum síðan gav eg einum dreingi oralsex og hann kom í munnin á mær. Kann eg hava fingið kynsjuku? Eg havi ikki merkt nakað serligt til symtomir. Tori ikki at fara til læknan, tí so finna foreldrini utav tí sjalvandi Eri jomfrú.

Hey og takk fyri brævið!
Tað er positivt, at tú hugsar um smittu í samband við sex. Tað er sjálvandi best altíð at hugsa  fyribyrgjandi og nýta hít. Kynssjúkur eru vanligar ímillum ung og smitta vanliga við samlegu, eisini við analsex. Tí er sjálvandi altíð best at hugsa fyribyrgjandi og nýta hít hvørja ferð. Um tú vilt vera heilt sikkur í ikki at verða smittað, kanst tú nýta hít við oralsex eisini. Kynssjúkur kunnu eisini smitta á henda hátt, tvs. at tann, sum gevur oralsex kann verða smittaður. Men hetta er ikki líka vanligt. Man veit við vissu, at kynssjúkurnar herpes, HIV, gonorré og hepatitis B kunnu smitta frá kynsgøgnum til munn. Herpes smittar lættast við oralsex, og er sama virus sum munnsár. Tá fær man sár í munnin aftaná eina viku. Herpes kann man viðgera, men man sleppur ongantíð av við tað aftur. Tað brýtur út viðhvørt og tá smittar tað illa. Gonorré kann geva bruna í hálsi og eygum aftaná tvær vikur. HIV kann aftaná 2-4 vikur geva fepur, hálsbruna, útslett og vøddapínu. Hetta kann líkjast einari vanligum beinkrími. Kynsvortur og klamydia kunnu í teoriini eisini smitta á hendan hátt, men tað er ivasamt, um tað hendir í veruleikanum. Tú skrivar, at tú ikki hevur merkt nakað serligt, so tað er lítið sannlíkt, at tú ert vorðin smittað. Men um tú ivast, kanst tú fara til læknan at kanna teg. Tú kanst ringja anonymt til læknan fyrst og spyrja, um tú kanst verða kannað, uttan at foreldrini fáa tað at vita.  Her eru nakrar leinkjur um sexlív t.d. sex-linien.dk

vinarliga Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…