Search
Close this search box.
Hej, veit at tað er ein tómur spurningur, men kann man melda foreldur ið sláa ella misbrúka teg? Ella skal man hava prógv uppá tað? Mín allar besti vinur hevur sagt, at mamma hennara slær hana um hon ikki ger tað, sum hon biður hana og fosturpápi henara hevur misbrúkt hana fimm ferðir. Hann hevur fingrað hana og alt møguligt ……hvat skal eg gera? Skal eg melda tey ella hvat? PLIZZ gev mær eitt svar skjótt:(

Takk fyri brævið.
Tað er gott hjá vinkonuni hjá tær at hava eina so góða vinkonu sum teg, sum er góð við hana og vil hjálpa henni.
Til spurningarnar. Ja, man kan melda foreldur, ið sláa og misbrúka børn. Ongin hevur loyvi at gera seg inn á børn!! Tað er ikki neyðugt at skula hava prógv um man skal fráboða tað sum vinkonan hjá tær verður útsett fyri. Farið tí til onkran vaksnan tit hava álit á beinanvegin, og sigið teimum, hvat tað er sum gongur fyri seg, so at tey kunnu tey hjálpa tykkum víðari.

Tí tá tú fortelur at vinkonan hjá tær bæði verður misbrúkt og sligin, er tað týdningarmikið at fáa steðgað tí sum skjótast. Tað er ikki hennara skyld, at hon verður misbrúkt og sligin, og tað er ikki tykkara ábyrgd einsamallar at fáa steðgað tí. Tit kunnu venda tykkum til heilsusystrina á skúlanum, ein lærara, ella onkran annan vaksnan, ið tit hava álit á og fáa tey at hjálpa tykkum víðari.
Men um tit ikki hava nakran vaksnan tit kunnu tosað við, kunnu tit altíð ringja til Barnaverndartænastuna og fáa ráð um hvat tit skulu gera. Barnaverndartænastan er til fyri at hjálpa og verja øll børn og ung, og vil til eina og hvørja tíð hjálpa tykkum í slíkum málum, tí tað er tydningarmikið at tit ikki standa einsamallar við allari ábyrgdini. Tað kann vera ringt at tosa um, men tað er týdningarmikið at fáa steðgað áganginum móti vinkonuni hjá tær sum skjótast. Telefonnummarið til tænastuna í Havn er 302060 í vanligari arbeiðstíð. Aftaná arbeiðstíð kann man ringja á tlf. 216012. Hetta nummarið svarar alt døgnið. Um tit ikki búgva í Havn, kunnu tey fortelja tykkum hvar tit annars skulu ringja. Man kann verða dulnevndur tá man ringir til Barnaverndartænastuna.

Góða eydnu víðari og minnist til, at tú ella vinkona tín eru vælkomnar at ringja ella skriva aftur til okkara!

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…