Search
Close this search box.
Hey! Eg havi ein fantastiskan sjeik sum eg elski yvir alt á jørð. Vit skeldast ongan – ongan – ongantíð, hava ongantíð skeldast fyrr. Snakka bara gott við hvønnannan. og so var eg til eitt ball nú einaferð. og har tóku tey tað upp at klandrast í parløg. og so segdi eg at eg ongantíð skeldaðist við sjeikinum hjá mær. og so byrjaðu tey at snakka um at so var hann ikki drongurin fyri meg, og so var man sku ikki eitt orduligt par. man skuldi skeldast og blablablabla .. men, er tað nakað í tí? skal man skeldast, seriøst?? er tað? – ella hví er tað vigtugt fyri eitt par at skeldast??? eigur tað ikki vera akkurat umvent, at tá ið man hevur nakrar trupulleikar so snakkar man um teir og so finnur man eina loysn og ikki beinleiðis skal skelda, tí at eg síggi tað sum nakað negativt at skelda.  

Hey hey og takk fyri góða spurningin!
Fyrst vil eg geva tær púra rætt í, at tað er als ikki neyðugt at skeldast, tá tvey, ið eru góð, skulu koma við sínum meiningum og ætlanum. Tað er ymiskt, hvat man leggur í orðið at skeldast, men eg rokni við, at tú meinar, at tað er, tá fólk gerast ill og hevja røddina, fyri at fáa sína meining fram og tá tey ofta siga ymiskt, ið kann sára hin partin. Tað at skeldast er ofta eitt tekin um, at tann vinarligi mátin hevur verið royndur uttan úrslit, og at kenslurnar eru sáraðar og tí verður ein so ógvisligur, tá ein vil royna at fáa sína hugsan fram. Ofta ger man eitt álop og tann, sum man sigur tað við, verjir seg og ofta loypir hannhon á aftur. Soleiðis kann tað halda áfram og tá man ikki orkar meira, eru tað tvey sera kedd fólk, ið eru eftir og eru ikki blivin meira samd, men hinvegin meira ósikkur. Hin vegin so er  tað neyðugt at tora at vera erligur í einum parlagi, fyri at tað kann vera eitt sunt parlag. Bæði eiga at kunna koma við sínari hugsan, og tað er ikki erligt, um tað altíð er tann eini, sum sigur, hvar skápið skal standa og hin er samdur. Summi siga, at tey lata onnur taka allar avgerðir, fyri frið skyld, men tað er ikki rætt, tí tað er óerligt og gevur ónøgdsemi fyri báðar partar. Øll hava brúk fyri mótspæli, men tað er ikki tað sama sum at skeldast.

Tá tvey gerast góð, eru tey tvey ymisk menniskju, sum verða drigin at hvørjum øðrum. Tey eru ymisk, sjálvt um tey koma at liva saman, og tann ymiskleikin eigur at verða nakað, sum kann gera parlagið meira spennandi  og gevandi at vera í, enn um man líkist heilt. Legg ikki í, hvat onnur pør gera og hvat onnur meina. Tað kann kennast rætt fyri tey, men ikki rætt fyri tykkum og tíbetur er eingin endalig uppskrift, ið sigur, hvat er rætt og skeivt.

Alt tað besta! Tú & Eg Ráðgevingin  

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…