Search
Close this search box.
Heey “Skríggjar eftir hjálp”. (Hetta brævið er faktiskt eitt svar til eitt annað bræv sum er svarað og liggur á hesi síðuni) Eg vil fyrst siga, at eg veit AKKURÀT hvussu tú hevur tað ): .. Mín pápi er AKKURÀT uppá sama máta ímóti okkum ): Eg havi eisini tvey systkin, eitt yngri og eitt eldri, og vit vera øll viðfarin uppá sama máta! Mítt problem er: Eg dugi AAALT ov væl at siga mína meining. Og eisini AAALT ov væl at svara aftur. Og um eg ikki verði sligin hvørja ferð eg geri tað! Tó eru míni foreldur saman, men mamma er bara har. Um eg havi gørt okkurt, so sigur hon bara “Eg sigi tað við pápa tín!!”, so er tað om igen ): Eg stóli ikki uppá nakran av teimum. Tey hava ongantíð stuðlað mær í NØKRUM eg havi gjørt. Skúlan havi eg klárað sjálv, aldrin hava tey hjálpt mær við skúlatingum, og har koma eftirfylgjurnar. Ofta havi eg sagt ógvuliga klárt við tey, hvat eg finni meg í og ikki! Men tað hjálpir ikki nógv, havi eg funni útav! So .. Hvat kann eg gera fyri at fáa babba at “køla niður”? Hvussu skal eg fáa tey at skilja meg?

Góða tú sum skrivar til skríggjar eftir hjálp!
Tað er gott at tú hevur valt at skriva inn til okkara og gera vart við tykkara liviumstøður heima. Soleiðis sum pápi tín fer við tykkum er nakað sum tit als ikki skullu finna tykkum í. Øll hava rætt til at liva trygt og gott og foreldur eiga at verja og elska síni børn.
Tað at tú dugir at siga tína meining er ein styrki fyri teg, og tað er als ikki nakar trupulleiki. Summi foreldur hava ringt við at góðtaka, at børn ella ung svara aftur og blíva lætt provokeraði av tí. Tað sær út sum at pápi tín ikki dugir at skilja at tú ert 15 ár og hevur rætt til at hava – og siga tína egnu meining. Tað hava øll – bæði børn og vaksin!
Eg hugsi eisini um hvussu forholdið hjá tær er við systkini hjá tær, um tit tosa saman um hvussu tit verða viðfarin av pápa tykkara?
Eg veit ikki um tit hava roynt í felag at tosa við foreldrini, um at tit ikki finna tykkum í at verða sligin og rópt at. Tit hava krav uppá at vera hoyrd og vird. Eitt sum er umráðandi tá man tosar saman, er at duga at lurta og geva pláss fyri øllum meiningum.
Tað kann vera trupult hjá tykkum systkjum at sita einsamøll yvirfyri foreldrum, tí er ein møguleiki, sum vit eisini hava nevnt í svarinum hjá ”Skríggjar eftir hjálp”, og tað er at tú kann seta teg í samband við barnaverndartænastuna í tínum øki. Har sita ráðgevar sum fegin vilja lurta og stuðla tær. Tú kanst fara inn á heimasíðuni hjá barnaverndarstovuni www.bvs.fo, har finnur tú bæði telefonnummarið hjá barnarverdarstovuni og hjá barnaverndartænastuni har sum tú býrt.
Til seinast vil eg siga, at eg haldi tað er ógvuliga flott av tær at vera komin ígjøgnum skúlan, hóast tú hevur skula klára teg sjálva, og hóast tað hevur havt nakrar fylgjur.
Tú mást endiliga skriva, ringja ella kjatta aftur til okkara, um tú hevur tørv á tí.

Alt tað besta
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…