Góðai tú, sum skríggjar um hjálp!
Tú skalt ikki hugsa um, at títt bræv er langt. Tú dugir væl at greiða frá tíni støðu, og viðhvørt er neyðugt at hava langar frágreiðingar, tá støðan er fløkt.
Talan er um stór problemir heima hjá tykkum, so mikið stór, at okkurt skal gerast skjótast gjørligt.
Tað er ikki gott hjá tykkum at búgva undir teimum umstøðum sum tú greiðir frá. Tit verða illa viðfarin bæði so og so. Tað tykist sum at pápi tykkara hevur trupulleikar. Í øllum førum, so er hann ikki førur fyri at geva tykkum eitt trygt og gott heim. Hann megnar ikki at taka ábyrgd fyri tykkara uppaling, sjálvt um hann hevur fingið foreldramyndugleikan.
Tú ella tíni systkin hava ikki skyldina av, at pápi tykkara er so illa fyri, og tað gevur honum ikki rætt til at vísa vanvirðandi atburð móti tykkum.
Tú hevur ikki sagt nógv um mammu tína, men tú hevur sagt, at hon hevur kært um foreldramyndugleikan eina ferð uttan úrslit.
-Um tú nú kundi sett nøkur ynski fram um, hvørja hjálp tú kundi hugsað tær, hvat hevði tú so ynskt fyri framtíðina?
Gev tær tíð at hugsa teg um, og tað er loyvt at ynskja og droyma. Tað er nógv, sum kann blíva gjørligt, um tú klárar at seta orð á tað. Tú hevur rætt til at hava ynski um eitt gott lív, tí tú hevur sum øll onnur menniskju rætt til eitt gott lív.
-Hvat kundi tú hugsað tær hendi við tínum beiggjum, tá tú flytir út í egna íbúð?
-Hvat kundi tú hugsað tær hendi við pápa tínum?
Tú spyrt, um tú skalt reisa málið aftur. Tað fær meg beinanvegin at hugsa, at tú skalt fáa hjálp. Tú hevur eina alt ov tunga byrðu á tínum herðum sum er, so tí vil eg ráða tær til at venda tær til Barnaverndartænastuna í tí økinum, har tú býrt, ella til Barnaverndarstovuna www.bvs.fo, har tú kanst fáa ráðgeving og stuðul. Inni á www.bvs.fo sært tú eisini hvat tlf nummar barnaverndar tænastan í tínum øki hevur. Tey lurta eftir tær og vilja fegin hjálpa tykkum. Tað er ein tænasta, sum vil hjálpa børnum, sum hava trupulleikar.
Um tú hevur brúk fyri at tosakjattaskriva við okkum ráðgevar fyri at fáa víðari hjálp, ert tú hjartaliga vælkomin. Ráðgevingin er opin mánadagar og hósdagar kl 14-22.
Blíðar heilsur
Tú & Eg Ráðgevingin