Til ‘Skuffaður pápi’
Tað er gott at vita, at vaksin eru, ið hava lisið og mett um tilfarið til tey ungu á barnabati.fo – takk fyri!
Eisini er tað keðiligt at frætta, at dóttir tín ikki trívist – og at tit ikki meta, at samrøðan hon hevur verið til hjá Ríkisumboðnum, hevur verið til gagn fyri hana. Tað fáa vit tíverri ikki hjálpt tær við!
Tað hevur ikki verið ætlanin gera kynsligan mun á teimum vaksnu, vit ráða teimum ungu at tosa við. Vit hava lagt okkum eftir at vísa til foreldur sum heild, til onnur vaksin, ið eru um tann unga. Eisini vísa vit í fleiri førum til tey vaksnu, ið starvast við teimum ungu – tað verið seg lærarir, pædagogar, læknar, heilsusystrar – menn sum kvinnur.
Tað er rætt, at vit hava víst til mostrar og aðrar kvinnur í einstøkum førum – tó mettu vit, at hampulig javnvágin er millum kynini á teimum vaksnu, vit vísa til. Eftir at hava lisið títt bræv, hava vit eisini í einum teksti víst á ‘ein gubba’, sum ein møguligan vaksnan, tann ungi kann tosa við.
Sostatt skuldi tað verið týðiligt, at vit leggja dent á AT tey ungu, ið hava hjálp fyri neyðini, tosa við ein vaksnan, ið tey hava álit á – ein kvinnu – ella ein mann.
Tað er, sum nevnt, gott, at vaksin lesa og meta um tilfarið á barnabati.fo – men Tú & Eg Ráðgevingin brævkassin er fyrst og fremst ætlaður ungum, og fara vit tí hereftir at heita á teg – og onnur vaksin, ið hava uppskot ella viðmerkingar til barnabati.fo, at skriva okkum ein teldupost í staðin
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin