Spurnarkassin: Genta, 15 ár spyr

Smæðin

Spurningur:

Hey Barnabati! Eg eri ógvuliga smæðin, tá ið tað kemur til at møta nýggjum fólki.. Hyggi altíð bara niður, og sigi næstan einki.. Hetta er sera, sera keðiligt, tí eg vil gjarna vera fitt og alt hetta.. Hava tit nøkur góð ráð? Eg vóni at tit kunnu hjápa mær við hesum :)..

Svar:

Tey tú við dulnevninum smæðin!
Takk fyri brævið! Tú lýsir ein trupulleika sum nógv onnur hava, serliga tá ein er ungur. Tó merkir tað ikki, at trupulleikin er minni. At vera smæðin er strævið , men hjálp er at heinta. Tú ynskir góð ráð um, hvussu tú skalt gera,tá tú møtir nýggjum fólki. Sama spurning hevði ein, ið kallaði seg “gott inntrykk” . Tað er ikki eitt einfalt svar uppá henda spurning, men tú kanst lesa svarið, sum “gott inntrykk” fekk . Tað svarar eisini tínum spurningi.

Blíðar heilsur
Tú & Eg Ráðgevingin