Góða tú, sum er smæðin!
Tað er ikki so lætt at vera ein av teimum sum eru smæðin. Tá kann tað vera torført at siga frá, tá ein ikki vil finna seg í tí sum fer fram. Men, vit skulu ikki finna okkum í øllum, og tí skulu vit siga frá. Og tora vit ikki, so kunnu vit fáa onkran at hjálpa okkum. Tað er ikki rætt, at tú skal verða happað, og tað skal steðgast. Og tað haldi eg tú skalt fáa hjálp til. Tey hava ongan rætt til at baktala og sára teg uppá aðrar mátar. Sjálvandi verður tú kedd tá sovorði hendir. Hevur tú roynt at fortalt mammu tíni, hvat tað veruliga er, sum ger teg kedda? Tað er altíð gott at hava ein at tosa við, og mamma tín vil tær heilt vist alt tað besta, so kanska er tað ein møguleiki?
Hevur tú fortalt lærarunum at tú verður happað? Teir hava ábyrgd at hjálpa tær. Kanska er eisini ein heilsusystir á skúlanum, ið tú kanst tosa við? Um tú ikki hevur áræði sjálv at siga frá, at tú ikki hevur tað gott, so kann kanska onkur annar hjalpa tær at siga frá! Til dømis foreldrini hjá tær? Ella onkur vaksin sum tú lítur á? Tað sum er umráðandi, er at happingin steðgar so skjótt sum gjørligt.
Tú skrivar eisini, at tú ert ofta einsamøll og hevur fáar vinir. Tað kann sjálvandi vera keðiligt at hava fáar vinir, men tað er kanska ikki altíð, at tað er so umráðandi at hava nógvar vinir, men heldur hava góðar vinir. Tí er tað gott, at halda gott vinarlag við líka, vísa vinunum at tú ert glað fyri at vera saman við teimum, ella at tað er stuttligt, at tit gera okkurt saman. Hugsa um tað, og hugsa so um tað ikki er okkurt stuttligt tit kunnu finna uppá saman.
Góða eydnu við øllum!
Tú & Eg Ráðgevingin