Search
Close this search box.
Hey! Eg havi brúnt útflot og havi lisið, at ein so burdi farið til læknan. Men skal læknin so kanna undirlívið hjá mær? (hettar havi eg sera lítlan hug til). Og fer tað ikki vekk av sær sjálvum?- eg havi ikki ilt ella nakað, so tað kann vera har fyri mína skyld, men nú havi eg lisið, at tað ikki er gott, so eg mátti líka spyrja. Eg havi eisini ein annan spurning um bind. Hvussu ofta skal tað skiftast um dagin? Nær skal ein brúka bind og nær skal ein brúka “trusseindlæg”?

Hey Snoopy!
Brúnt útflot merkir vanliga, at tað er eitt sindur av blóði í tí vanliga útflotinum. Tú ert 15 ár ung, og tá er orsøkin vanliga hormonávirkanin á lívmóðurina, og hettar er normalt og fer at javna seg.
Um tú hevði haft skriða ella pínu í undirlívinum , kundi tað verið tekin um bruna.
Ein triði møguleiki er, um sár ella svullir eru, sum kunnu geva smáar bløðingar. Men tað kemur  næstan bert fyri  hjá eldri kvinnum.
Um tú fært onnur tekin enn brúnt útflot, ella bløðingin heldur áfram meira enn ein mánaða, átti tú at farið til lækna. Um læknin skal hava nakran møguleika at siga tær, hví tú bløðir og viðgera teg, er neyðugt at kanna undirlívið. Tú kanst hava mammu tína ella eina vinkonu við og siga við læknan, at tú ert bangin, og at hetta er fyrstu ferð. So verður hannhon meira varin.

Bind skulu skiftast eftir tørvi. Teir fyrstu mánasjúkudagarnar er vanligt at skifta fleiri ferðir ella ofta.
Teir seinnu dagarnar, bert fáar ferðir, alt eftir hvussu nógv blóð kemur. Tá mánasjúkan er um at vera liðug, kann ein brúka trussuinnlegg í ein ella tveir dagar. Tað er eisini gott at kunna brúka tampon um dagarnar, tá bløðingin ikki er so ógvislig. Tá er lættari at íðka ítrótt og svimja. Fyri reinføri eigur tamponin, at verða skift bæði áðrenn og aftaná, at ein hevur svomið. Tað ber væl til hjá ungum at brúka tampon, men ein skal venja seg við tað.
Onkrar kvinnur brúka eisini trussuinnlegg, tá ið nógv útflot er. Hetta skal ein tó vera varin við, tí hettar tilfarið kann irritera húð og rovur, og onkur fær beinleiðis útslett, tá bind og trussuinnlegg verða brúkt ov ofta.
Vóni hettar hjálpir tær.

Heilsan Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…