Search
Close this search box.
Eg havi ein sjeik sum er ordiliga fittur og ordiliga gódur vid meg. Vit have verid I song saman nakrar ferir, men seinast vit eg var heima hja honum so hevdi Hann ongar hytir men vit gjordu tad bara atlikavæl hann for ur mær adrenn Hann Kom og eg havi havt menstruation einaferd sidan tad tad er ikki tad sum er min trupulleiki. Min trupulleiki er at tad er tusund Fermar betri uttan hytu! Er tad nakar kjansur fyri at eg Kann faa p-pillar uttan at mini foreldur vita tad? Er tad nakar kjansur at eg yvirhovur Kann faa tad tá Id eg eri so ung? Og um tad er hvussu fai eg so fatur I teimum?  

Hey tú við dulnevninum Snorkil!
Tú ert bert 14 og vilt helst fara i song við sjeikinum uttan hýt, tí tað kennist túsund ferðir betur. Gott at tú gjarna vil hava p-bollar, tí tú hevur brúk fyri tryggari fyribyrging, tá tú hevur fastan sjeik. Eg skal kunna teg um, at tann kynsligi lágaldurin er 15 ár, og tað merkir, at tað er revsivert hjá einum, sum er 15 ár og eldri, at hava kynsliga samveru við teg, tí tú ert undir 15 ár. Tað er eingin føst regla um, hvussu læknar gera, tá gentur undir 15 ár venda sær til læknan fyri at fáa fyribyrging, so kanska er best, um tú fert til heilsufrøðingin í skúlanum, sum kann hjálpa tær at venda tær til tín lækna. Hon kann eisini tosa við mammu tína um, hvussu støðan hjá  tær er beint nú og kann vegleiða mammu tína í, hvussu hon skal stuðla tær. Um tað eru 2 ár síðan, at tú fekk mánasjúku, vilja flestu læknar geva tær p-bollar. Um tað bert er eitt ár síðan, vilja summir læknar ivast í, um tað er gott fyri tín kropp og kanska geva tær mini p-bollar, sum ávirka kroppin minni og er líka trygt sum hít, men minni trygt enn vanligir p-bollar. Men undir øllum umstøðum er tað betur at fáa p-bollar enn at gerast við barn so ung. Eitt annað er at p-bollar ikki fyribyrgja  bruna í undirlívinum, so um tú fær ein annan sjeik, mást tú brúka hít aftur. Og minst eisini til, at angribollin kann keypast uttan resept á Apotekinum og skal takast so skjótt sum møguligt aftaná samlegu, um tað er vandi fyri, at tú ert vorðin við barn. Tú skalt ikki stúra fyri at fara til læknan, tí  hannhon vil bert tryggja sær, at tú tolir p-bollar, at tú ikki hevur lyndi til nakrar sjukur, har ikki ber til at taka p-bollar. Tú fært ikki gjørt undirlívs kanning  til fyrstu viðtalu.

Góða eydnu! Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…