Hey hey :) Hhm, eg havi ein spurning um lívmóðurhálskrabba, something :o) Ger tað nógvan mun ella er tað farligt um man hevur verið í song við sjeikinum ímillum hesar sproytinar? Eg taki p-pillar og hann kemur vanligt inní meg . Eg veit ikki um tað ger mun at nevna tað ella ikki, men ja :o)

Takk fyri brævið!
Gott, at tú vilt hava greiðu á hasum spurninginum. HPV koppsetingin móti lívmóðirhálskrabba virkar best, áðrenn tú ert smittað móti teimum ymisku HPV virusunum. Um tú hevur fastan sjeik, og tit eru trúgv hvør móti øðrum, verður tín støða ikki øðrvísi, um tit eru í song saman.
Tí so hava tit bæði tað sama virusið á tykkara rovum,  sum tit hava havt, síðani tit komu saman, so tað er í lagi.  Um tú ella hann eru ótrúgv , er alt fyri eitt vandi fyri, at tú fær eitt nýtt HPV virus á teg, sum tú ikki hevur havt tíð at gera andevni ímóti í samband við koppsetingina. So tað er umráðandi at tit tosa um tað saman og ikki eru ótrúgv.

Blíðar heilsur
Tú & Eg Ráðgevingin

Pápin og papp mamman skelda meg

Shálv skeða og sjálvmorstankar

Eg fari at drepa meg sjálva skjótt

Sjalvmordstankar, Parlag

Ótti, Sjálvmorðstankar, Tunglyndi

Eg klári ikki at leggja av við at snúsa

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg