Search
Close this search box.
Hey hey ráðgevi. Mítt problem er tað, at eg havi alt forr nógvar kenslur inni í mær! haldi ikki hettar er normalt. Eg elski mega nógv fólk, men allíkavæl, uttan, at tey vita tað, ella so. Dugi ikki at forklára, men eg gerist altíð so góð við fólk rundan um td arbeiðskolegar, lærarar og onkur onnur.. Og eg klári slett ikki at hugsa, at eg ikki fari at ganga í skúla meira (gangi í 10), og ikki síggja hesi fólk, bæði lærarar og næmingar, hvønn tann eviga einasta dag aftur. Hasin tankin drepur meg. Eg longist eisini soooo nógv eftir gomlun tíðum, viðhvørt, og so eri eg um at bresta av øllum møðuligun kenslum, í eru blandaðar saman og so víðari… EG veit ikki hvar eg skal gera, har er nóóógvar aðrar kenslur, men orkii ikki at skriva alt. Men hví heldur tú, at eg elskieri góð við so nógv fólk? Og hvussu kann eg stýra mínum kenslum eitt sindur, ella ja.. Hvussu ber tað til, at eg, havi so nógvar kenslur, bæði góðar og ringar? .takk.

Hey hey tú, ið hevur dulnevnið SOO nógv..
“At elska er at liva”, hesi kendu orðini hevur tú kanska hoyrt. Tað er gott at elska og at vera góður hvør við annan, tað er ein góður eginleiki, ein dygd at hava. –  Vit geva og fáa. Vit eru sum menniskju ógvuliga ymisk, eisini tá ið tað snýr seg um kenslulív. Tú sigur sjálv at tú innlivir teg so nógv og fært so nógvar kenslur. Tað at tú ert ung, kann sjálvsagt hava sína ávirkan, kenslurnar kunnu vera meira viðbreknar og torførar at stýra í ungdómsárunum. Tú kennir ikki heilt teg sjálva og títt kenslulív enn. Í ungdómstíðini  koma nógvar nýggjar kenslur inn í lívið. Tú viðgongur , og sigur sjálv at hetta er ov nógv fyri teg til tíðir. Tá kann tað vera torført at halda skil á øllum hesum kenslunum. Ein hjálp hjá tær kundi verið at skriva niður, skriva dagbók, brøv, skriva kenslurnar niður sum tú hevur. At fáa sett orð á kenslurnar hjálpir. Tað kann hjálpa tær at rudda upp í høvdinum. Eisini kann tað hjálpa at fáa tingini søgd, við rætta persónin. Um tú t.d fært sagt við tín lærara, at tú hevur verið glað fyri tíðina í skúlanum og tú setir prís uppá at verða komin at kenna hannhana o.s.fr. Tað snildasta fyri teg er at finna eina loysn, sum hóskar seg best til tín. Nøkur elska at skriva yrkingar, onnur tekna, mála, onnur skriva, møguleikarnar eru fleiri.
Ynski tær góða eydnu víðari í lívinum!
Heilsan Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…