Search
Close this search box.
Hey eg eri ein 13 ára gomul genta sum hevur nóóógv útflot og tað luktar ræææææðuliga illa eg lukti tað altíð og eg eri bangin fyri at onnur eisini skulu lukta tað, eg lukti tað serliga tá ið eg siti niðri ! tað er sooo irriterandi og flóvisligt og eg lukti altíð illa ! eg kann ikki brúka bind ella tampon um nú mamma uppdagar tað og eg havi heldur ongar pengar til at keypa bind , tað er heilt ótruligt at allir aðrir teenagerar altíð hava pengar ! eg orki ikkki hetta meira, hví kann hetta ikki bara skrubba av helvitis til út úr mínum kroppi og hví blívur tað við at koma meir !! eg tími ikki at snakka við nakran um hetta ! eg hati hetta soo nógv ! eg havi aldrin rein klæðir at fara í, mamma vaskar so sjáldan klæðir ! hetta er akkurat til at gráta yvir eg kann ikki vera saman við nøkrum og eg sitið einsamøll í skúlanum, eg vil sita einsamøll, so at tey ikki skulu lukta tað ! hvat skal eg gera ?????!!!!!! eg orki tað simpulten ikki ! eg eri altíð so kedd av hesum og vitji aldrin nakran í staðin fari eg heim einsamøll inná kamarið at seyma,tegna ella spæla kort ! men eg fari ongantíð at snakka við nakran um hetta eg vil bara skriva anonymt til onkran um hetta ! hví luktar ongin annar soleiðis ?? eg hati hetta so nógv og eg fái onki gjørt við hetta !! hvat skal eg gera ????????????????  

Hey tú, ið hatar títt útflot!
Tað er rættiliga óbehagiligt at hava nógv og illaluktandi útflot. Tað fyrsta, sum tú skalt gera, er at fáa tað kannað, hví tað er so nógv og luktar so illa. Tað kunnu vera nógvar orsakir til tað. Tað er als ikki gott at ganga við tí sjálvur. Um tú hevur bruna ella okkurt annað, eigur tú at fara til læknan skjótast gjørligt, so at tú kanst byrja í viðgerð fyri at blíva frísk. Tann viðgerðin er oftast ein kurur av tablettum, og vanligt er, at ein blívur frískur eftir nakrar dagar. Tú sigur einki um litin á útflotinum, men um talan er um bruna ella t.d. sopp, gerst útflotið ofta litað og tjúkt og ikki so klárt, sum tað eigur at vera.  
Um tú ikki vilt fara til læknan, kanst tú biðja heilsufrøðingin í skúlanum hjálpa tær. Tú kanst senda henni eitt teldubræv, har tú greiðir frá trupulleikanum. Tú finnur hennara teldupostadressu við at fara inn á www.gigni.fo, har tú eisini kanst velja at vera dulnevnd.  

Bestu heilsur  
Tú & Eg Ráðgevingin  

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…