Hey, eg eri ein 15 ára gomul genta sum hevur brúk fyri onkran at hjálpa mær.
Tá ið eg hugsi um hvussu eg havi tað haldi eg at eg havi tað ræðuligt. Men allíkavæl føli eg at tað er órættvíst av mær at siga at eg havi tað ræðuligt, tí eg havi altíð havt klæði, mat og pengar og familju. Eg havi ikki altíð havt tað so gott, ella lætt men tað veit næstan ongin. Síðani 5 flokk havi eg følt meg happaða og følt at eg ongar orduligar vinir havi havt. Eg bleiv beskylda fyri at hava stolið okkurt frá einari vinkonu og tað gjørdi meg rættiligani ósikkran í øllum. Hvørja ferð okkurt bleiv vekk í flokkinum hildu øll at tað
var eg. Og tað gjørdi eisini tað, at tað bleiv verri fyri meg at fáa vinir. Míni foreldur hava altíð verið streng. Mamma mín hevur sligið meg fyrr, men ikki so harðligt. Hon rópar altíð eftur mær, og viðhvørt eisini pápi mín. Men ja, í dag havi eg nakrir vinir. Eg síggji út sum ein smílandi genta, og sær út sum eg havi tað gott. Eg eri ikki populer, men fólk vitað hvør eg eri. Tað er nú eisini soleiðis at eg havi havt sjálvmorðstankar, og tað ljóðar heilt sikkurt brekað av mær at siga, av tí tað er so álvarsamt, og mítt lív ikki ljóðar so ringt, men soleiðis er tað bara. Eg havi tað enn ringt, men tað hevur verið verri. Eg skilti ikki hví øll hataðu meg, eg var so kedd heima og úti, skilti ikki meiningina við lívinum og tað endaði at eg sakk so lágt. Eg græt næstan hvørt kvøld og geri tað onkun tíð enn. Eg eri ein genta sum hevur gjørt feilir, og eg fyrigevi øllum so lætt, men klári ikki at fyrigeva mær sjálvari. Eg stóli næstan ikki uppá nakran meira, eg havi 2 vinkonur sum eg stóli eitt sindur uppá. Og eg stóli ei heldur uppá míni foreldur, og tey stóla heldur ikki uppá meg, av øllum tí dumma eg havi gjørt. Eg vil á barnaheim, men allíkavæl ikki. Eg tími bara ikki at vera heima. Míni foreldur eru eisini blivin skyld, men eingin veit av tí enn. Tey vilja ikki fortelja nøkrum nakað.. Eg havi 2 onnur systkin, tey vitað heldur ikki av nøkrum. Eg havi ongan at tosað við, og havi ofta hugsað um at fara til onkran at tosað við meg eg tori og tími ikki so væl. Mítt lív er eitt kaos, og tað er virkuliga hart at vera her.