Góða genta!
Tú hevur rættiliga nógvar trupulleikar á tínum herðum, og nú er vist uppá tíðina, at tú fært hjálp frá øðrum, soleiðis at lívið hjá tær gerst lættari. Sum eg skilji teg, so gongst væl í skúlanum, og systir tín og tú hava tað gott saman. Tað er ordiliga gott. Eg rokni við, at tú hevur roynt at broyta støðuna til tað betra, men at tú ikki orkar longur at stríðast. Veit ikki, um systir tín fær hjálpt tær, og hvussu ofta tit síggjast. Kanska kanst tú fara at ferðast hjá henni ella hitta hana og greiða henni frá støðuni. Tað ber eisini til at skriva henni eitt teldubræv ella vísa henni hetta brævið, ið tú sendi okkum. Um tú ikki fært hjálp frá systir tíni, verður tú noydd at biðja heilsufrøðingin í skúlanum hjálpa tær, við at tosa við teg og tíni foreldur.
Viðv. tínum sambandi við sjeikin vil eg biðja teg finna út av, um sjeikurin hjá tær er tann rætti fyri teg. Tú sigur, at hann altíð sigur við teg, at hann elskar teg, men at hann eisini allatíðina smsar við sína fyrrverandi gentu. Tosa við hann um, hvussu tú hevur tað, og hvat ger teg ótrygga.
Tú greiðir frá sjálvmorðstankunum, ið koma, tá tú følir mótloysi. Tað er álvarslig tekin til teg sjálva og tíni um, at tú hevur brúk fyri hjálp. Um tíni foreldur ikki vita, hvussu tey skulu hjálpa tær, kunnu tey eisini søkja sær hjálp hjá www.gigni.fo. Tú vigar ikki ov nógv, tí tú ert ein høg genta. Tá tú ert ótrygg á so nógvum økjum og ikki følir teg elskaða, kann tað ávirka teg soleiðis, at tú eisini ert ónøgd við tín kropp, sjálvt um tú ikki vigar ov nógv.
Viðvíkjandi tí, at tú ikki hevur havt mánasjúku rættiliga leingi, kann tað vera orsakað av at tú ert somikið strongd og bangin fyri at vera við barn, at tað ávirkar gongdina. Tað er ein grund aftrat at biðja um hjálp skjótast til ber, og tín lækni hevur eisini skyldu at hjálpa tær, um tú greiðir honum frá tíni støðu og at tú hevur tað trupult. Hann kann tosa við teg um fyribyrging og kynslív, uttan at boða tínum foreldrum frá fyrst, tá tú ert 15 ár.
Tú hevði nokk havt fingið eina betri ráðgeving, um tú hevði kjatta ella ringt til okkum, og tað er tú sjálvandi vælkomin at gera, um tú hevur tørv á tí.
Øll tey bestu ynskir frá okkum her!
Tú & Eg Ráðgevingin