Search
Close this search box.
Eg havi nakrar spurningar til tykkum. Spurningur problem 1. Eg og ein genta í mínum skúla Smsa ofta saman men vit snakka ikki saman, men tað er tó ikki problemi, mítt problem er, at vit smsa saman og hon dámar meg, eg veit tað tí hon hevur sagt tað við meg, vit hava gingið saman einafer men tað bleiv ligugt. Og eg havi sagt við hana, at vit skullu hava ein steðg við at ganga saman, men vit kunnu gott smsa o.s.v. MEN problemið er, at hon bíðar og hopar at vit koma saman aftur (tað hevur hon sagt) men eg føli ikki fyri henni longur, og eg veit ikki hvussu eg skal siga tað við hana. Eg lati bara sum um eg dámi hana. Hvussu skal eg siga við hana at tað ikki fer at rigga? Og eri eg øndur frekur vissi eg bara læti sum um eg elski hana? Spurningur 2. Mamma og babba vita væl av at eg drekki, og tey hava tað fínt við tað. Babba keypur onkuntíð alkohol fyri meg o.s.v. Men eg ivist bara í, eru tey ring foreldur?

Góði tú! Takk fyri brævið!
Tú hevur longu gjørt upp við teg sjálvan, at tað ikki fer at verða tit aftur. Trupulleikin er, at tú veitst ikki, hvussu tú skalt siga tað við hana, at tú einki følir fyri henni longur. Sovorðið er heldur ikki lætt at siga, so tað er væl skiljandi, at tú hevur tað trupult við tí. Um tú bara letur sum um at tú elskar hana, so verður hon verandi í tí støðu, sum hon er í nú, har hon blívur við at trúgva uppá at tit verða par aftur.   Tú mást bara siga henni akkurát, soleiðis sum tað er. Tú kanst t.d. siga, at tað ikki er tí at tað er nakað galið við henni, men at tit bæði ikki verða par aftur í framtíðini.  Hon fer óivað at blíva kedd, men tá hon hevur fingið greitt at vita frá tær, hvat tú heldur,  kann hon og eisini tú byrja tilgongdina við at koma víðari við lívinum.
Síðani til tann næsta spurningin. Út frá upplýsningunum, ið tú gevur, kann eg ikki siga um tíni foreldur eru ring ella góð foreldur. Eg veit ikki, hvussu alkohol verður brúkt í tykkara heimi. Hevur tú foreldur, sum eru góð við teg og hevur tú eitt trygt heim uttan serligar trupulleikar, so dugi eg ikki at síggja, at tíni foreldur eru ring foreldur.

Tað eru nógv foreldur, sum hava sum meginreglu, at tey geva ikki børnunum rúsdrekka, fyrrenn tey eru 18 ár, tí tað er bannað hjá ungum undir 18 ár at keypa. Orsøkin til at aldursmarkið er sett við 18 ár, er tí at rúsdrekka er serliga skaðiligt fyri tannáringar.  Men so eru tað nøkur, sum gera sum tíni foreldur, og nøkur sum gera okkurt heilt annað.   Eg haldi, at tað er gott, at tú og foreldrini spæla við opnum kortum, og at tey vita, hvar tey hava teg. Tú ert 17 ár, so tað er ikki leingi, til tú sjálvur hevur loyvi at keypa rúsdrekka.

Vinarliga Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…