Góða genta 14 ár
Tú hevur ein spurning viðvíkjandi spreingiloyvinum hjá bæði gentum og dreingjum. Tað er sum tú kennir hetta eitt sindur órættvíst, tí tú vilt ráða yvir egnum kroppi! Tað gert tú eisini í ein stóran mun, men myndugleikarnir hava ásett kynsliga lágaldurin til 15 ár, bæði fyri gentir og dreingir. Hetta er gjørt fyri eins egna besta, umframt fyri at verja tann einstaka fyri eitt nú kynsligum ágangi.
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin