Search
Close this search box.
Tá eg og venindan hjá mær eru í býðinum, tá vil eg altíð fríggjast við henni, men vit gera tað ongantíð, tí at hon veit ikki av tí. og hon vil ikki. hvat skal eg gera, skal eg siga tað við hana, ella hvat?

Hey tú við spurninginum!
Tú spyrt, um tú skalt siga við tína vinkonu, at tú hevur hug at fríggja við henni, tá tit eru í býnum. Tú greiðir ikki frá, um tú ert drigin at henni annars, tá tit eru edrúar í gerandisdegnum, um tú eisini verður drigin at dreingjum ella um tú eisin verður drigin at øðrum kvinnum. Snýr tað seg um at tú vilt hava kynsliga samveru við henni ella ert tú forelskað í henni? Tað er trupult hjá tær at ganga við kenslum, ið tú ikki kanst tosa við og vísa fyri tíni vinkonu. Tað, sum eyðkennir gott vinarlag er jú, at ein kann vera seg sjálvan saman við vinunum. Men hinvegin veit eg ikki, hvørjum tað gagnar, at tú sigur tað við hana, tá tú longu nú veitst, at hon ikki er drigin at tær. Um tú hevur stóran tørv á at vera so erlig við hana um tínar kenslur, er kanska rætt, at tú sigur tað við hana, men tú veitst ikki, hvussu hon fer at taka tað. Tú verður noydd til at virða og góðtaka hennara kenslur fyri tær, og tú mást sjálv finna út av, hvørjir fyrimunir eru við at siga tað við hana og hvørjir vansar eru við tí.

Blíðar heilsur
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…