Search
Close this search box.
Hey! Nú er tað soleiðis, at eg skrivi oftani við ein persón, ið hjálpir mær at seta orð á ágangin, ið hevur staði uppá frá eg var 4 til 16, næstan hvønn dag í øll hesi árini. Eg hugsi, um tað er okey eg skrivi við handan persónin, um hon megnar at lofta ti, ella hvussu?

Góða Genta

Tað er sera umráðandi at hava onkran at tosa við, um hesi viðurskifti tú nevnir.
Tú spyr um tað er okey, at tú skrivar til ein persón, ið hjálpir tær at seta orð á tínar upplivingar, og um hesin persónur megnar at lofta hesum.
Tað er sera torført hjá okkum at svara hesum spurningi, tí vit vita onki um henda persónin. Vit vita ikki aldur, vit vita ikki hvørja útbúgving hesin persónur hevur.
Um ein er útsettur fyri ágangi, er sera umráðandi at tosa við ein persón, ið hevur gott fakligt innlit í slík viðurskifti. Tað kann verða ein ráðgevi hjá Tù & Eg Ráðgevingini, ella sálarfrøðingur ella líknandi.

Vinaliga
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…