Search
Close this search box.
Héej .. 
Eg havi nøkur STÓR problemir sum eg seriøst má hava hjálp til .. Eg orki ikki at bera uppá tað meira !
Ok here we go .. Eg havi heimsins bestu vinir og heimsins besta flokk, men eg vil eisini hava heimsins bestu familju .. tað havi eg ikki .. 
Eg eri næstan aldri glað longur, ella tá eg eri saman við vinum, royni eg at spæla glað, so ongin skal finna útav, hvussu ringt eg havi tað heima.
Pápi mín er alkoholikari og tað eri eg MEGA kedd av. Hann gongur OFTA skít heima eisini, tá eg havi gestir. Og tá rópa og skeldast mamma og babba ALTÍÐ. Eg eri soo flóv av honum. Eg tori ikki at hava gestir við heim aftur!
Øll foreldur skeldast, men hetta er blivið meir enn tað. Eg kenni á mær, at tey fara at skiljast, tí tey sova ikki saman meira, mamma svevur altíð í stovuni og babba í kamarinum. Tey skeldast hvønn dag.
Tað er ikki til at halda út longur! Hetta hevur staðið uppá síðan einaferð í summar, at tey ætla at skiljast. 
Eg havi tvey minni systkin. Tey eru 11 og 6 ár, eg føli, at eg havi ansvar av at passa uppá tey, tá babba drekkur og mamma er so kedd, (men hon vil ikki vísa tað fyri okkum, so hon leggur seg bara at sova) og so standi eg har, ELST inni við einum fullum pápa, einari mammu, sum næstan gevur upp og tveimum børnum, sum eg havi ansvar av (føli eg)! Hvat skal eg gera ? 
Eitt kvøldið, eg skuldi uppá á WC, hoyrdi eg tey skeldast, og eg stillaði meg í trappurnar at lurta? Tá tosaðu tey um at skiljast. Eg bleiv yvir extremt kedd og eg ætlaði at bara renna vekk, eg angri so nógv, at eg stillaði meg at lurta.
Síðan tá havi eg bara bíðað eftur at babba fer! Men tað er onki hent enn! Er tað ikki betri, at tey bara skiljast enn at royna at klára tað! Tey klára tað ikki uttan hjálp.
Babba vil ikki hava hjálp, hann vil ikki til psykolog ella nakað. Hann sigur at tað eru til fólk við problemum, og at hann ikki hevur nakað problem.
Hann hevur eitt stórt problem, sum oyðileggur alla mína familju!
Eg veit, at mamma tekur ølbrennivín frá honum og goymir tað, so hann ikki skal drekka tað, og hann verður ofta soo svakur, at hann hóttir við at drepa, sláa o.s.v, og eg eri soo bangin fyri hvat hetta endar við… 
Sum sagt havi eg heimsins bestu vinir og eg kann fortelja teimum ALT.  Tað geri eg eisini, men eg veit ikki, um tey skilja meg heilt. Men tað hjálpir at tosa við tey. Tað er so heilt sikkurt. (mamman hjá tí einu er eisini alkoholikari)
Børnini í mínum flokki eru byrjaði at drekka, og tey lokka okkum ofta við (meg og mínar bestu vinkonur við) men eg vil ikki, og tað er eisini ein stór hjálp fyri meg, at tær heldur ikki vilja. 
Tey siga: kom nú! tora tit ikki? tit hava onga grund til at ikki drekka! 
Tá havi eg góðan hug til at bara rópa: BABBA ER ALKOHOLIKARI! 
Also heilt erligt er tað ikki nokkso tíðliga at byrja at drekka í 7. flokki? 
Eg veit ikki, hvat eg skal gera, um hetta heldur á fram á hendan hátt!

Plizz hjálp mær! Eg standi púra føst í hesum.

Hey góða genta!
Ja, tað haldi eg so púra vist eisini, at tú og familja tín hava stórar trupulleikar at dragast við. Og tú mást undir ongum umstøðum bera hesar trupulleikar sjálv.
Tað kann vera trupult hjá øðrum, eisini tínum nærmastu, at skilja tína støðu, tí tey hugsa øðrvísi enn tú, og tað kann vera sárandi fyri teg, tá tú merkir, at tey ikki skilja teg. Tað er so ymiskt, hvussu fólk klára at tosa um tað, sum er trupult. Tíbetur fyri teg, so ert tú opin og ynskir at fáa hjálp.

Tú spyrt,um tað kann verða betri, um tíni foreldur skiljast?
Tað kunnu fara at henda góðar broytingar fyri tykkum øll, um mamma og pápi tín fara at búgva hvør í sínum stað. Tað ljóðar eisini sum at tú ivast í um tey fara at skiljast ella ikki, og tað er bestemt ikki stuttligt at vera í eini støðu har man ikki veit hvat fer at henda. Tí kanst tú hugsa um at spyrja foreldrini hjá tær um hetta, so at tú kanst fáa svar uppá tíni ivamál. Tú kanst til dømis siga við tey at tað er týdningarmikið fyri teg at vita um tey fara at skiljast ella ikki. Tú kanst lesa meira um hjúnarskilnað í samband við alkoholismu inn á hesi heimasíðuni.

Annars vóni eg, at tú veitst, at tú kanst  venda tær til skúlaheilsusystrina. Hon hevur tagnarskyldu og er von at lurta og ráðgeva. Um tú hevur álit á flokslærara tínum ella onkrum øðrum lærara, so kanst tú eisini royna at tosa við onkran av teimum.
Á hesi heimasíðuni kanst tú eisini finna gott lesitilfar, sum er til tín og onnur, sum liva saman við foreldrum, ið drekka ov nógv. Far inn undir  EG & LÍVIÐ. Har standa upplýsingar og aðrar heimasíður, har tú kanst fara inn á og hitta onnur, sum eru í somu støðu sum tú.

Eg má siga við teg enn einaferð, at tú  ikki mást átaka tær alt hetta sjálv. Tú ljóðar at vera ein sera hugsunarsom og búgvin skilagóð genta, men tú kanst ongantíð klára at vera foreldur fyri tíni foreldur ella systkin tíni. Og tú hevur rætt í at tú hevur ov nógva ábyrgd, tá tú skal taka tær av yngru systkjunum. Royn at hugsa um teg sjálva eisini. Foreldrini hjá tær hava ábyrgd av, at tú og tíni systkin hava tað gott.
Tú hevur rætt at hava tað stuttligt og hugna tær saman við vinfólki……
Tú hevur rætt at hava tað trygt og gott í tínum egna heimi.

Tú spyrt eisini, um tað ikki er ov tíðliga at byrja at drekka í 7 klassa, og til tað má eg siga at eg haldi tað er tíðliga. Tað er ongin orsøk til at skunda sær við slíkum, og slettis ikki um tað er nakað man ikki hevur hug til. Tú skalt royna at halda fast í hvat tú sjálv heldur, og hvat tú sjálv hevur hug til ella ikki.
Vónandi kanst tú brúka okkurt av hesum. Ansa væl eftir tær sjálvari!!
Tú ert eisini hjartaliga vælkomin at ringja til okkara á tlf. 116 111.

Vinarliga

Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…